Danmark steingir

bannari
Danmark steingir
Klokkan 16 í dag letur alt Danmark aftur. Tá vera tað ikki bara 69, men allar 98 kommunurnar í landinum, sum lata aftur
Summarløtumynd í Nýhavnini. Nú lata allar kommunurnar í Danmark aftur
 
16.12.2020 - 06:49

– Fólk verða smittað í øllum landinum, og tí mugu vit víðka um avmarkingarnar, so tær eru galdandi í øllum landinum, sigur heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, við DR.

Tað merkir, at matstøð verða stongd, teir eldru næmingarnir í skúlunum verða sendir heim og mentanarstøð í øllum landinum lata aftur.

– Ein partur av Danmark hevur longu merkt sviðan av, at landið steingir, men nú fara restin av fólkinum eisini at merkja tað, sigur heilsumálaráðharrin.

Nógv smitta í øllum landinum

Magnus Heunicke vísir á, at hóast tað er meir smitta í nøkrum kommunum enn í øðrum, so veksur tað eisini í teimum kommnunum, har smittutalið ikki hevur verið so høgt.

Hetta hevur fingið myndugleikarnar at gera, sum teir gera, sigur hann.

Í Norðurjútlandi eru 170 smittað fyri hvørji 100.000 fólk. Fyri eini viku síðani var talið 77 fyri hvørji 100.000 fólk.

Eisini í sunnara parti av Danmark eru nógv smittað. Har eru 176 smittað fyri hvørji 100.000. Fyri eini viku síðani var talið 126, skrivar DR. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096