Atli skal hjálpa Bagga

Atli skal hjálpa Bagga
Atli Gregersen er nýggjur hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum og skal hjálpa Sámal Eriki Hentze, sum hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála
Atli Gregersen og Sámal Erik Hentze vunnu tvey FM-heiti í Víkingi
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
17.12.2020 - 11:42

Fyrrverandi landsliðsliðskiparin, Atli Gregersen, er nýggjur hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum við monnum. Hann avloysir Hegga Samuelsen.

Høvuðsvenjarin, Sámal Erik Hentze, hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála.

 - Hetta verður heilt sikkurt ein spennandi og mennandi uppgáva fyri meg sum venjara. Eg kenni væl Bagge frá tíðini í Víkingi, og eg ivist onga løtu í, at samstarvið verður gott fyri báðar partar, sigur Atli Gregersen við fsf.fo.

Góð úrslit í ár

U-21-landsliðið hevur fingið fleiri góð úrslit farna árið. Liðið vann móti Ísrael, Montenegro og Kasakstan, meðan dystirnir móti Norðurmakedónia og Spania endaðu við teprum tapum.

 - Eg ivaðist onga løtu, tá eg fekk møguleikan at halda fram. At vera U21-landsliðsvenjari er sera spennandi, og tað er hugaligt at vera partur av menningini av okkara ungu spælarum, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Rúni Klein Joensen heldur fram sum málmansvenjari næstu tvey árini.

Lutakastið til komandi EM-undankapping verður tann 28. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096