Danskir stovnar kostaðu 1,4 mia. kr. í fjør

Danskir stovnar kostaðu 1,4 mia. kr. í fjør
Tá heildarveitingin er íroknað, læt danski ríkiskassin góðar fimm milliardir kr. til grønlendska samfelagið í fjør
Løgreglan er eisini danskt málsøki í Grønlandi
 
21.12.2020 - 15:03

Heildarveitingin til Grønlands er 3,9 milliardir krónur, men haraftrat fíggjar ríkiskassin nógvar danskar stovnar í Grønlandi.

Tøl frá grønlendsku hagstovuni, sum Sermitsiaq endurgevur, vísa, at í fjør kostaðu donsku stovnarnir slakar 1,4 milliardir krónur at reka. Raksturin dýrkaði umleið 14 prosent frá 2018 til 2019.

Lønarútreiðslurnar hækkaðu meira enn 80 milliónir krónur, upp í 585 milliónir í fjør.

Løgreglan, rættarverkið og aðrir stovnar í Grønlandi kostaðu tilsamans 874 milliónir kr. í fjør.

Arktisk kommando, Sirius-patrúljan og tilbúgvingarstýrið kostaðu 261 milliónir kr. í 2019, vísa tølini hjá grønlendsku hagstovuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815