Føroyskar bankadeildir í Danmark fáa ikki fyrimun

Føroyskar bankadeildir í Danmark fáa ikki fyrimun
Simon Kollerup, vinnumálaráðharri, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, um bankadeildir í Danmark
BankNordik hevur selt alt sítt virksemi í Danmark, tí stóra kapitalkravið ger, at kappingarførið verður skert
 
12.01.2021 - 09:16

ES-reglur gera, at Fíggjareftirlitið í Danmark kann ikki geva deildum hjá føroyskum bankum í Danmark fyrimunir, sum deildir hjá bankum í ES-londum ikki fáa.

Somu reglur eru galdandi í Danmark fyri føroyskar bankadeildir sum fyri deildir hjá bankum í ES-londum.

Tað sigur Simon Kollerup, vinnumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann. Ráðharrin hevur fingið Fíggjareftirlitið at svara spuringinum um føroyskar bankadeildir í Danmark.

Skulu halda danskar reglur

Svarið er, at føroyskar bankadeildir í Danmark skulu halda reglurnar í donsku lógini um brúkara- og íleggjaravernd og reglurnar um hvítting.

Men Fíggjareftirlitið hevur ikki serstakt eftirlit við solvensinum, gjaldførinum, hjá bankadeildini.

Tað merkir, at kapitalur, gjaldføri og aðrar reglur, sum hava samband við, hvussu krøvini um kapitalin og gjaldføri skulu roknast út, eru sambært føroysku reglunum.  

BankNordik hevur selt alt sítt virksemi í Danmark. Orsøkin er stóra kapitalkravið, sum skerjir kappingarførið hjá bankanum í Danmark, sigur bankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891