Bárður fer heimaftur til Víking

Bárður fer heimaftur til Víking
Bárður Jógvansson Hansen skal í ár aftur spæla við barndómsfelagnum Víkingi
Mynd: Víkingur.fo á Facebook  
 
18.01.2021 - 12:02

Royndi høgribakkurin, Bárður Jógvansson Hansen, skal aftur spæla í ljósabláa búnanum hjá Víkingi. Tað boðar Víkingur frá á sínari facebooksíðu.

Bárður Jógvansson Hansen, sum er 28 ára gamal og úr Norðragøtu, hevur seinastu fýra árini spælt við NSÍ. Men nú hevur hann so valt at flyta heimaftur, og hevur gjørt eitt ára sáttmála við Víking.

255 dystir í bestu deildini

Sambært Faroesoccer.com hevur høgri bakkurin umboðað GÍ, Víking og NSÍ. Hann hevur spælt 255 dystir í bestu deildini, og hann hevur skotið 18 mál.

Bárður Jógvansson Hansen er eisini skrásettur fyri seks landsdystir fyri Føroyar. Millum annað spældi hann við í minniliga 2-1 sigrinum á Grikkalandi á Tórsvølli í 2015.

Í Víkingi fegnast tey um, at Bárður Jógvansson Hansen hevur valt at koma heimaftur til Víking, og tey gleða seg at síggja hann í ljósabláu blusuni.

NSÍ mist seks leikarar

Bárður Jógvansson Hansen er sætti spælarin, sum er farin úr NSÍ síðani í fjør. Hinir eru:

Rógvi Egilistoft, sum er vorðin borgarstjóri á Eiði. 
Jesper Christiansen, ið er farin av aftur landinum. 
Steffan Løkin, sum er fluttur út á Toftir at spæla við B68. 
Salmundur Bech, ið er farin aftur til FC Suðuroy
Jann Benjaminsen, sum hevur tikið av møguleikanum at spæla uttanlands, og hevur fingið sáttmála við norska triðju deilara felagið Hødd

Tveir leikarar eru hinvegin komnir til NSÍ. Talan er um HB-miðvallaran Trónd Jensen, og so er høgri bakkurin Sjúrður Pauli Nielsen komin aftur til barndómsfelagið eftir at hava spælt við ÍF í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815