Meira enn helvtin av elframleiðsluni var grøn

Meira enn helvtin av elframleiðsluni var grøn
Váta og lutfalsliga lýggja veðrið í desember í fjør hevði við sær, at serliga vatnorkuframleiðslan royndist væl
Vatnorkuframleiðslan hjá SEV í desember vaks 15 prosent
 
18.01.2021 - 14:02

Í desember vóru 58 prosent av elframleiðsluni í Føroyum burðardygg og stavaðu frá annaðhvørt vatni, vindi, sól ella biogassframleiðslu.

Váta og lutfalsliga lýggja veðrið í desemberí fjør hevði við sær, at serliga vatnorkuframleiðslan royndist væl, og hon var 15 prosent størri enn í desember 2019. 

Meira enn 21 burðardyggir GWt vórðu framleiddir í 2020, og í tilsamans 3,35 samdøgur var elframleiðslan meira enn 80 prosent grøn. Burðardygga framleiðslan í desember árið fyri kom upp á 19 GWt.

Prosentbýtið í desember 2020 var 42 prosent olja, sløk 43 prosent vatnorka, og vindorkan kom upp á 14 prosent. 

Fleiri brek í Neshaga og Húsahaga

Vindorkuframleiðslan hilnast ikki so væl í fjør, m.a. tí at generatorbrek vóru á fleiri myllum í Neshaga og í Húsahaga. Vindorkutølini í desember umfata framleiðslu í Húsahaga, Neshaga, Porkeri og í vindmyllulundini hjá Røkt í Vestmanna.

Biogassframleiðslan var gott og væl eitt prosent av samlaðu framleiðsluni, sum svarar til nýtsluna hjá umleið 1200 húskjum. Sólorkuframleiðslan í desember var 0,77 MWt, sum ikki gevur útslag í samlaða prosentbýtinum.

Tað regnaði meira, meðan nakað minni var av vindi í desember í fjør samanborið við desember 2019. Avfallið í desember 2020 var 385,5 mm  samanborið við 358,6 mm í desember 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558