Arbeiðið byrjar í summar

Arbeiðið byrjar í summar
Uppskotið um at byggja sambýli í Hoyvík til fólk við menningartarni er endaliga samtykt
Sambýlið á Mýrini í Hoyvík skal eftir ætlan verða liðugt í september/oktober næsta ár
 
26.01.2021 - 15:10

Øll 31 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu við triðju og endaligu viðgerð í dag fyri uppskotinum hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu, um at byggja nýtt sambýli á Mýrini í Hoyvík.

Heimið er til fólk við menningartarni skal kosta í mesta lagi 48 milliónir krónur, og pláss verður fyri 18 fólkum.

Jørðarbeiðið er boðið út, og tilboðini koma inn fríggjadagin. Arbeitt verður samstundis við at gera høvuðsprojektið liðugt.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir upplýsti í tinginum í dag, at arbeiðið at byggja sambýlið verður boðið út í mars, og tilboðini verða latin upp í apríl.

Eftir ætlan byrjar arbeiðið í juni, og gongst sum ætlað, verður klárt at flyta inn í september/oktober næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025