Lønargjaldingarnar minkaðu 20 prosent

Lønargjaldingarnar minkaðu 20 prosent
Korona hevur flutt ferðavinnuna fleiri ár aftur í tíðina, sigur Vinnuhúsið
Útlitini í gistingarhús- og matstovuvinnuni eru framvegis døpur, sigur Vinnuhúsið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.02.2021 - 12:01

Lønarútgjaldingarnar í gistingar- og matstovuvinnuni minkaðu umleið 20 prosent í fjør samanborið við árið fyri, skrivar Vinnuhúsið í dag.

95.000 gistingar vóru í føroysku gistingarhúsunum í fjør. Afturgongdin er 43 prosent sammett við 2019.

Talið á ferðafólkum, sum komu um fløgvøllin, minkaði eisini nógv.

Korona hevur flutt ferðavinnuna fleiri ár aftur í tíðina, siga tey í Vinnuhúsinum.

Framvegis døpur útlit

2020 var annars árið, tá ferðavinnan av álvara skuldi taka dik á seg, men soleiðis skuldi ikki ganga.

Útlitini eru framvegis døpur, og tað er einki, sum bendir á, at vinnan í næstum skal fáa ferðina upp aftur.

Vinnuhúsið sigur, at almennu hjálparpakkarnir hava bøtt upp á ringastu avleiðingarnar, men avleiðingarnar av almennu tilmælunum hava rakt nógv harðari, enn hjálparpakkarnir hava hjálpt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672