Námsfrøðilig netverk farin til verka

Námsfrøðilig netverk farin til verka
Níggju frítíðarskúlar og dagstovnar í fýra kommunum eru við í netverkinum
Bæði dagstovnar og frítíðarskúlar eru við í námsfrøðiliga netverkinum
 
02.02.2021 - 09:11

Øll fimm netverkini í námsfrøðiligu menningarverkætlanini hjá nøkrum kommunum eru nú virkin.

Endamálið við verkætlanini er at gera námsfrøðiliga arbeiðið í dagstovnunum betri.

Fýra kommunur og níggju frítíðarskúlar og dagstovnar eru við.

Kommunurnar eru Nes kommuna, Sunda kommuna, Eiðis kommuna og Vága kommuna. 

Skulu gera arbeiðið hjá námsfrøðingum betri

Stovnarnir eru Korndalsgarður á Eiði, við Kráir í Hvalvík, Barnagarðurin á Svangaskarði á Toftum, Sóljugarður í Sandavági, Miðgarður í Miðvági, Dagstovnurin á Flatinum á Oyrabakka, Smílikullan í Miðvági, Stórheygg í Hósvík og frítíðarskúlin í Nes kommunu. 

Netverkini hava orðað nakrar avbjóðingar, sum tá tær eru loystar, skulu gera arbeiðið hjá námsfrøðingum betri.

Samstarv við foreldur, málmenning, tá børn fara úr vøggustovu í barnagarð, tvístøður hjá børnum og professionelt samstarv við foreldur, sum námsfrøðingar kenna persónliga, eru avbjóðingar, sum netverkini hava arbeitt við. 

Í hvørjum netverki eru tveir námsfrøðingar og ein leiðari í hvørjum stovni, sum er við í netverkinum.

Í hvørjum netverki eru tríggir stovnar.

Netverksleiðarar eru Jóngerð Petersen, Jóhanna Maria Olsen, Jóhannes Miðskarð, sum øll eru cand.ped.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286