Fríði Reinert á Kamarinum

Fríði Reinert á Kamarinum
Skúlalív, biltúrar og vinfólk. Fríði hevur mong ymisk áhugamál, men høgt á listanum liggur mótin.
Mynd: Annika Leifsdóttir  
 
08.02.2021 - 13:54

Fríði Reinert á Kamarinum er 18 ára gamal, býr í Tórshavn og gongur á Glasi. Eins og flest onnur ung, dámar honum væl at fylgjast við vinfólki og at ganga í býnum í vikuskiftunum, men hann leggur eisini sera nógv í móta og mótaheimin. Eitt nú hevur hann verið modell fyri millum annað eitt av størstu mótabløðunum í Ekvador.

 

Hvussu vildi tú lýst tín klædnastíl við 3 orðum?

Nýmótans, einkultur og samstundis casual

Hvar finnur tú inspiratión til tín klædnastíl?

Eg veit ikki heilt, hvar eg finni inspiratión til mín stíl. Eg keypi tað sum mær dámar og sum eg haldi riggar væl, og so fái eg sjálvandi av og á íblástur frá sosialu miðlunum.

 

Hvat eru trý ting, ið tú altíð hevur í lummunum/taskuni?

Trý ting sum eg altíð havi í lummunum eru mín snildfon, snús og tyggigummi.

Hvar dámar tær best at keypa klæðir?

Mær dámar best at keypa klæðir uttanlanda, tí eg haldi úrvalið verða størri og klæðini verða bíligari.

 

Hvat er títt yndis plagg?

Eg haldi ikki at eg sum so havi nakað yndis plagg. Tað skiftir so ofta, so eg haldi at tey klæðini eg havi á eru míni yndis tann dagin.

 

Hvat eru tíni ráð til onnur, ið ynskja at finna sín egna klædnastíl?

Mítt ráð er, at man ikki skal leggja so nógv í hvat onnur halda, og at um har eru onkur klæðir man dámar, skal man bara verða í teimum uttan at hugsa óv nógv um tað.

Eg haldi tó, at ung í dag eru blivin góð til at ganga í teimum klæðunum tey hava hug til og tað verður meira og meira vanligt at síggja fólk, ið hava sín egna stíl. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
"Her er einki annað ljóð."
191893
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925