Kannast skal fyrst

Kannast skal fyrst
Kannast skal væl og virðiliga, hvørja ávirkan ein tunnil fær á náttúruna í Skúvoy
Skúvoy er av álvara komin við í ætlanina um Suðuroyartunnil.
 
20.05.2025 - 06:59

Kannast skal væl og virðiliga, hvørja ávirkan ein tunnil fær á náttúruna í Skúvoy.

Og tað skal gerast, áðrenn arbeiðið byrjar.

Lítil ivi er um, at ein slík verkætlan, sama hvar hon er, fer at hava skaðiliga ávirkan á náttúruna.

Tað sigur Umhvørvisstovan um møguleikan at taka Skúvoynna við, tá Suðuroyartunnilin verður gjørdur.

Umhvørvisstovan mælir til, at ein ítøkilig og fullfíggjað umhvørvisárinsmeting verður gjørd, áðrenn  støða verður tikin til møguligan tunnil til Skúvoynna. 

Ramsaroyggj

Umhvørvisstovan minnir eisini á, at Skúvoyggin er Ramsarøki.

Skúvoy hevur serstøk náttúruvirði, serliga tá hugsað verður um sjófugl og heiðafugl.

Ein tunnil í Skúvoy er ikki útilokaður.

Men, sigur Umhvørvisstovan, ein ítøkilig og fullfíggjað umhvørvisárinsmeting av allari verkætlanini  skal gerast fyrst.

Umhvørvistovan hevur skrivað til Løgmansskrivstovuna.

Løgmaður gav løgtinginum skrivið í gjár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329