Støðan kemur ikki heilt óvart á Strandferðsluna

Støðan kemur ikki heilt óvart á Strandferðsluna
Høvdu myndugleikarnir lurtað eftir Strandfaraskipum landsins, hevði støðan á Nólsoyarleiðini ikki verið sum hon er
 
02.03.2021 - 06:48

Tað siga Strandfaraskip landsins sjálv. Støðan á Nólsoyarleiðini kemur ikki heilt óvart á Strandferðsluna. Strandfaraskip landsins hava í nógv ár ávarað um, at hendan støðan kundi koma.

Strandferðslan gjørdi 2012/2013 eina langtíðar íløguætlan fyri viðlíkahald fram til 2023. Men, sigur stovnurin, so at siga allar tilráðingar hava verið til fánýtis fram til 2020.

Í 2018 sendi Strandferðslan Samferðslumálaráðnum eina umvælingarætlan fyri Ternuna, sum var illa tærd. So illa, at hon misti siglingarloyvið 30.september í fjør.

Umvælingarætlan gjørd í 2018

Ternan fekk tó loyvi at sigla í 20 dagar afturat, meðan bíðað varð eftir Erlu Kongsdóttur. Ternan skuldi umvælast í fýra stigum á sumri 2019, 2020 og 2021. 

Hevði umvælingarætlanin frá 2018 verið tikin í tí álvara, sum Strandferðslan vísti á, hevði støðan á Nólsoyarleiðini verið ein heilt onnur í dag, siga Strandfaraskip landsins. 

Strandferðslan hevur ár eftir ár roynt at fáa neyðuga fígging til at stýra alneyðugum viðlíkahaldi. Hetta júst fyri, at tað ikki skuldi gerast viðlíkahald, sum stýrir Strandferðsluni, sigur stovnurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424