Lene Terp fingið fólk afturat sær

Lene Terp fingið fólk afturat sær
Christian Høgni Jacobsen verður hjálparvenjari hjá føroyska landsliðnum við kvinnum, boðar Fótbóltssamband Føroya frá
Christian Høgni Jacobsen er hjálparvenjari hjá landsliðnum við kvinnum
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
08.03.2021 - 15:28

Christian Høgni Jacobsen skal hjálpa nýggja landsliðsvenjaranum, Lene Terp, við føroyska landsliðnum við kvinnum, skrivar FSF.

Runavíkingurin er settur sum hjálparvenjari.

Harafturat verður Jákup Mikkelsen málmansvenjari og Eli Leifsson fysiskur venjari.

 - Hetta er ein stórur og spennandi møguleiki, sum eg eri glaður fyri at hava fingið. Tað eru ikki allir venjarar, sum sleppa at arbeiða við einum A-landsliði, og so eri eg eisini glaður fyri at sleppa at arbeiða saman við Lene og hinum í venjaratoyminum.

 - Lene er ein stór íblástrarkelda við drúgvum royndum, og so sær hon fleiri ting, sum vit kanska ikki hava givið okkum far um. Tað er ótrúliga spennandi og læruríkt at vera partur av, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572