Rigga nú Fíggingargrunnin av

Rigga nú Fíggingargrunnin av
Landsstýrið fer at kanna, hvussu partabrøvini í BankNordik møguliga kunnu seljast
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fer nú at kanna, hvussu partabrøvini hjá landinum í BankNordik møguliga kunnu seljast
 
10.03.2021 - 09:43

Tíðliga í apríl verður arbeiðið at taka Fíggingargrunnin frá 1992 av liðugt.

Og tá fer landsstýrið at kanna, hvussu partabrøvini hjá landinum í BankNordik møguliga kunnu seljast, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. 

Fíggingargrunnin frá 1992, sum eigur og umsitur partapeningin hjá landinum í BankNordik, er farin í sjálvbodna likvidatión.

169 mió. kr. í vinningsbýti

Landið skal síðani beinleiðis eiga partabrøvini í BankNordik. Landið eigur ein triðing í BankNordik.

Síðan 2011 hevur landskassin fingið okkurt um 169 milliónir krónur í vinningsbýti frá BankNordik.

Á aðalfundinum 26.mars verður atkvøtt um eitt uppskot um 48 mió. kr. í vinningsbýti. Triðingurin av tí eru 16 mió. kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329