Breddin: Korona í eitt ár og val í Grønlandi

Breddin: Korona í eitt ár og val í Grønlandi
Tvey evni eru í Breddanum í dag
Nógvir tíðindafundir hava verið seinasta árið um tilmæli í sambandi við koronu
 
16.03.2021 - 10:09

Fríggjadagin 12. mars, á grækarismessu, var eitt ár, síðani løgmaður boðaði frá á tíðindafundi, at Føroyar fóru niður í ferð.

Bárður á Steig Nielsen setir orð á farna árið. 

Eisini greiða umboð fyri tveir andstøðuflokkar frá, hvussu tað var at sita í andstøðu, tá koronukreppan rakti Føroyar.

Grønlendingar fara á val 6. apríl. Mong halda, at landstingsvalið hesaferð fær serligan týdning, tí støðan í Arktis er spent.

Vit hyggja nærri at, hvørji evni fara at seta dám á valstríðið.

Breddin í útvarpinum í dag klokkan 17.05.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522