Fleiri enn 1.000 tilburðir í eitt samdøgur

bannari
Fleiri enn 1.000 tilburðir í eitt samdøgur
Norski heilsumálaráðharrin sigur, at triðja koronubylgjan herjar. Tað er serliga í Oslo, at smittan ger um seg
Bent Høie er heilsumálaráðharri í Noregi
 
17.03.2021 - 09:08

Fyri fyrstu ferð eru fleiri enn 1.000 fólk í Noregi skrásett at vera smittað av koronu í einum samdøgri.

Tilsamans eru 1.156 fólk smittað síðsta samdøgrið, boða heilsumyndugleikarnir í Noregi frá.

Metið frammanundan var 6. januar, tá ið 930 fólk vórðu smittað.

Triðja bylgja

- Vit hava fingið eina triðju bylgju. Men vit skulu eisini klára at vinna á henni, sigur Bent Høie, ráðharri í heilsu- og umsorganarmálum.

Tað er serliga í Oslo, at smittan ger um seg. 495 fólk eru smittað í Oslo síðsta samdøgrið.

Í løtuni eru 224 fólk í Noregi innløgd, tí tey eru sjúk av koronu. 641 fólk eru deyð av koronu, síðani farsóttin kom til Noregs fyri einum góðum ári síðani.  

Noreg hevur hert tiltøkini fyri at avmarka smittuna. Serliga í Oslo eru nógvar avmarkingar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025