Evropearar minni álit á AstraZeneca

bannari
Evropearar minni álit á AstraZeneca
8.000 fólk í sjey ymiskum londum í Evropa hava svarað í nýggjari meiningakanning
Koppingarevnið frá AstraZeneca er komið í ringt orð, eftir at fólk eru deyð, ella hava fingið blóðtøpp eftir at vera koppsett
 
22.03.2021 - 13:34

Fólk í øllum Evropa hava minni álit á koppingarevninum hjá AstraZeneca eftir tíðindini í seinastuni um, at tað kann elva til blóðtøpp, og í ringasta føri deyða.

Tað vísir ein meiningakanning hjá bretsku greiningarfyritøkuni, YouGov, skrivar tíðindastovan, AFP.

Góvust fyribils

Longu í februar - áðrenn tíðindini um blóðtøppar bórust - høvdu fólk í Evropa minni álit á koppingarevninum hjá AstraZeneca enn hjá Pfizer/BioNTech og Moderna, vísir kanningin.

Síðani tá er illviljin móti AstraZeneca vaksin enn meira. 8.000 fólk í sjey ymiskum londum í Evropa hava svarað meiningakanningini, sum varð gjørd frá 12. til 18. mars.

Danska heilivágsstýrið segði 11. mars, at heilsumyndugleikarnir í Danmark góvust at brúka koppingarevnið hjá AstraZeneca fyribils til hósdagin 25. mars.

Kunnu ikki útihýsa blóðtøppum

Júst tann avgerðin elvdi til, at 13 onnur evropeisk lond fyribils eisini gjørdu av ikki at brúka koppingarevnið hjá heilivágsfyritøkuni.

Fleiri av londunum kunngjørdu kortini fríggjadagin, at tey tóku koppsetingina uppaftur, eftir at evropeiski heilivágsstovnurin, EMA, segði seg meta, at koppsetingin var bæði trygg og verjir væl.

Evropeiski heilivágsstovnurin sigur seg kortini ikki kunna útihýsa, at ein av teimum sjáldsomu fylgisjúkunum kann vera blóðtøppur í heilanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523