Oljunýtslan setti met í fjør

Oljunýtslan setti met í fjør
Vit brúktu góð 300.000 tons av olju og bensini í fjør. Fyri tíggju árum síðanu var oljunýtslan 235.000 tons
Fiskiskip eiga 30 prosent av oljunýtsluni, og 34,3 prosent av allari oljunýtsluni eru tungolja
 
22.03.2021 - 08:39

Føroyska oljunýtslan setti met í fjør.

Føroyingar brúktu góð 300.000 tons av olju og bensini í fjør. Í 2019 var talið góð 286.000 tons.

Fyri tíggju árum síðani, í 2010, var oljunýtslan góð 235.000 tons.

Hetta upplýsir Hagstovan, sum hevur kunngjørt tøl fyri hvørt ár aftur til 1992. 

Minsta oljunýtlsan var í 1995. Tá var hon góð 195.000 tons.

Fiskiskip eiga 30 prosent

Fiskiskip eiga 30 prosent av oljunýtsluni. Og 34,3 prosent av allari oljunýtsluni eru tungolja.

Hagstovan brúkar tøl frá oljuveitarum og frá SEV.

Føroysk skip, sum bunkra uttanlands, eru við í tølunum. Men útlendsk skip, sum bunkra í Føroyum, eru ikki við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672