Breddin: Varðhald, bústaðarpakki og Jodel

Breddin: Varðhald, bústaðarpakki og Jodel
Trý evni eru í Breddanum í dag
Umstøðurnar til varðhaldsfongsling í Føroyum eru ikki nøktandi, og tí verða føroyingar sendir av landinum í varðhaldsfongsul
 
24.03.2021 - 11:23

Tað kemur javnan fyri, at føroyskir borgarar verða sendir av landinum at sita í varðhaldi, tí umstøðurnar eru ikki nóg góðar í Føroyum.

- Hetta er ein sera stórur trupulleiki og eitt tekin um,  at fongsulsviðurskiftini í Føroyum eru ikki nøktandi, sigur Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty International Føroyum.

Bústaðarpakkin

Nýggi bústaðarpakkin hjá samgonguni varð samtyktur við 2. viðgerð í tinginum í gjár.

Samgongan stóð saman um bústaðarpakkan, sum meirilutin í trivnaðarnevndini sigur vera eina fjøltáttan av bústaðarmarknaðinum.

- Hetta er privatkommunisma, og kann eisini verða rópt statskapitalisma, ljóðar dómurin frá andstøðuni.

Umboð fyri samgonguna og andstøðuna hittast í útvarpsstovuni.

Jodel

Á sosiala miðlinum, Jodel, eru brúkarar fullkomiliga dulnevndir, og eftirlitið við tí, ið verður skrivað, er lítið og einki.

Úrslitið er eitt talgilt torg, har rættartrygdin hjá borgarum verður sett til viks, og slatur, persónsupplýsingar og ósannindi liva sítt egna lív.

Í Breddanum í dag hyggja vit nærri at hesum sosiala miðlinum.

Breddin í útvarpinum klokkan 17.05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424