Taka støðu til AstraZencia í dag

Taka støðu til AstraZencia í dag
Tíðindafundur verður fyrrapartin, um koppsetingin av umstrídda koppingarevninum skal halda fram
 
25.03.2021 - 10:19

Fyrrapartin fæst at vita, um nógv umrødda koronukoppingarevnið, av merkinum AstraZenica, skal brúkast aftur í danska kongsríkinum.

11. mars góvust donsku heilsumyndugleikarnir fyribils at brúka AstraZenica-koppingarevnið, tí illgruni var um vanda fyri álvarslig hjáárin av tí. 

Tað bar nevniliga ikki til at útihýsa, at koppingarevnið kann elva til blóðtøpp.

Danska heilsustýrið og heilivágsstýrið hava felags tíðindafund fyrrapartin um málið.

150.000 koppsettir

Áðrenn givist varð at brúka AstraZenica 11. mars, høvdu umleið 150.000 danir fingið hetta koppingarevnið. Tað er tó ikki brúkt í Føroyum.

Verður AstraZenica tikið í nýtslu aftur, meta donsku heilsumyndugleikarnir, at allir danir verða liðugt koppsettir fyri koronu 25. juli. Men uttan AstraZenica verður ikki komið á mál við koppsetingini fyrr enn 18. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531