Bingjuskipið Ever Given leyst aftur

Bingjuskipið Ever Given leyst aftur
Eitt 400 metrar langt bingjuskip, sum hevur staðið fast í Suez-veitini í útivið eina viku, er leyst aftur, siga talsfólk hjá myndugleikunum
Bingjuskipið, Ever Given, ið hevur staðið fast í Suez-veitini síðani týsdagin, er nú leyst aftur, siga talsfólk
Mynd: AP  
 
29.03.2021 - 08:41

Gronin á stóra bingjuskipinum, Ever Given, er nú leys. Skipið hevur í næstan eina viku staðið fast í Suez-veitini, og eingi skip hava kunna siglt gjøgnum veitina.

Osama Rabie, sum er stjóri fyri myndugleikarnar í Suez-veitini, váttar sambært Wall Street Journal, at stevnið á 400 metrar langa skipinum nú er leyst. 

27.000 rúmmetrar av sandi fluttir

Stjórin fyri myndugleikarnar sigur, at sleiparar framvegis eru í gongd við at tryggja, at skipið verður rættað so mikið, at tað sjálvt kann sigla gjøgnum veitina.

– Vit eru ikki lidnir enn, men skipið hevur flutt seg, sigur Osama Rabie.

Sambært bretska blaðnum, The Guardian, vísa nýggjastu fylgisveinamyndirnar av Suez-veitini, at skipið nú ikki liggur so nógv tvørturum, sum tað lá.

 >> SÍ EISINI Føroyskur skipari bjargaði Emmu Mærsk

Gravimaskinur hava grivið og flutt 27.000 rúmmetrar av sandi, har skipið hevði skorað seg fast. Partur av kantinum av veitini er burtur heilt niður til 18 metrar dýpi, har skipið stóð fast.

Graviarbeiðið, flóð og fleiri sleipibátar hava gjørt, at tað er eydnast at flyta skipið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096