Trý ára fongsulsrevsing fyri kynsliga misnýtslu

Trý ára fongsulsrevsing fyri kynsliga misnýtslu
Ein 42 ára gamal maður er í Føroya rætti dømdur fyri at hava kynsliga misnýtt fleiri dreingir
 
30.03.2021 - 10:22

Føroya rættur dømdi í morgun 42 ára gamla Kim Anders Olai Nielsen trý ára fongsulsrevsing fyri at hava kynsliga misnýtt tríggjar dreingir.

Kim Anders Olai Nielsen skal eisini gjalda teimum trimum dreingjunum, hann er dømdur fyri at misnýta kynsliga, 65.000 krónur í endurgjaldi sambært dóminum, sum er sagdur.

Skal halda seg burtur frá børnum yngri enn 18 ár

Maðurin sleppur ikki at hava børn yngri enn 18 ár heima hjá sær uttan loyvi frá løgregluni, og hann skal heldur ikki vitja børn, sum eru yngri enn 18 ár, uttan fylgjara.

Hann skal heldur ikki seta seg í samband við børn, sum eru yngri enn 18 ár, gjøgnum internetið, sum ikki kenna dømda mannin, stendur í dómsúrskurðinum.

Dømdi maðurin er eisini dømdur at gjalda sakarmálskostnaðin. Tey bæði dómsfólkini og dómarin, sum dømdu mannin, vóru samd um dómin.

Ákærin kravdi munandi harðari revsing

Dómurin í Føroya rætti í morgun stendur ikki mát við tað, sum ákærin kravdi áðrenn rættarmálið móti nú dømda manninum byrjaði.

Ákærin kravdi, at maðurin varð dømdur til forvaring, og at hann ikki skuldu latast leysur aftur, fyrr enn greitt var, at hann ikki kundi gera seg inn á fólk.

Í øðrum lagi kravdi ákæruvaldið fongsulsrevsing í átta ár. Verjin hjá manninum helt, at ein hóskandi revsing er tvey og eitt hálvt til trý ár.

Óvist, um dómurin verður kærdur

Í løtuni er óvist, um dómurin verður kærdur. Hvørki dømdi maðurin og verjin ella ákæruvaldið hava tikið støðu til, um dómurin skal kærast fyri hægri rætt.

Maðurin skal sita í varðhaldi til støða er tikin til, um dómurin verður kærdur. Maðurin hevur sitið í varðhaldinum síðani desember í 2019.

Játtaði seg sekan undan dómssøgnini

Maðurin, sum nú er dømdur, hevði lutvíst játtað seg sekan áðrenn dómurin varð sagdur í Føroya rætti stutt eftir klokkan 10 í morgun.

Tá rættarfundurin byrjaði fyri einari viku síðani, játtaði maðurin seg sekan ella lutvíst sekan í níggju av teimum 11 ákærunum.

 >> SÍ EISINI Rætturin viðger grovt neyðtøkumál í seks dagar

Tær báðar ákærurnar, har hann undir rættarmálinum hevur noktað seg sekan, eru frá 2015, og skulu sambært ákæraranum vera farnar fram í Danmark.

Tær báðar ákærurnar eru um blúnisbrot og neyðtøku ella annað kynsligt samband við eitt barn yngri enn 15 ár. Í hinum níggju málunum hevur tann nú dømdi maðurin seg sekan ella partvís sekan.

Misnýtslan stóð uppá í hálvt triðja ár

Kynsliga misnýtslan fór fram í umleið hálvt triðja ár, frá 2017 til desember í 2019, tá ið maðurin varð tikin. Talan er bæði um neyðtøku og annað kynsligt samband meiri enn 50 ferðir. Maðurin var ákærdur eftir fleiri ásetingum í revsilógini um neyðtøku.

 >> SÍ EISINI Játtar seg sekan ella partvís sekan í níggju førum

Av tí at brotsgerðirnar sambært ákæruritinum byrjaðu, tá ið tann eisini drongurin var yngri enn 15 ár, var maðurin eisini ákærdur eftir strangastu áseting í revsilógini.

Tann ásetingin snýr seg um kynsliga misnýtslu av børnum, og har talan er um, at gerningsmaðurin hevur skaffað sær samlegu við tvingsli ella við hóttanum, sambært ákæruritinum.

42 ára gamli maðurin var eisini ákærdur fyri at hava upptøkur av barnaporno í varðveitslu, at hava keypt rúsdrekka til børn undir 18 ár, og at hava havt tjóvagóðs um hendi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010