Skotar tryggan sigur á troyttum føroyingum

Skotar tryggan sigur á troyttum føroyingum
Føroyingar tóku ikki av, tá kjansirnir vóru har, og í hinum endanum var verjuspælið framvegis ikki nóg sannførandi, og tí vann Skotland trygt
Che Adams skjýtur Skotland framum 3-0
 
31.03.2021 - 19:58

Ov nógv mistøk í verjupartinum og einstakir brendir møguleikar í hinum endanum gjørdu, at Føroyar taptu greitt 4-0 á Hampden Park í Glasgow í triðja og seinasta HM-undankappingardystinum í hesum umfarinum.

Føroyar fingu fyrsta kjansin í dystinum. Meinhard Olsen varð sendur afturum skotsku verjuna høgru megin, men tá hann skuldi skjóta misti hann tamarhaldið á bóltinum, sum rullaði útav til málspark.

Skotar byrjaðu sum eitt óløgi, og tað gingu bert sjey minuttir, til teir skoraðu. Kieran Tierney varð sendur avstað í vinstru og legði útfrá til ein púra leysan John McGinn, sum takkaði fyri og skeyt sítt níggjunda landsliðsmál.

Føroyar fullu ikki í fátt, og tá eitt gott korter var spælt var Brandur Hendriksson Olsen sentimetrar frá at javna. 

Eftir eitt skjótt mótálop fekk miðvallarin bóltin eini 25 metrar frá skotska málinum og smekkaði til, men Craig Gordon í skotska málinum togdi seg og stórbjargaði.

Skotar vóru nær við at økja løtu seinni eftir horna, men Gunnar Nielsen bjargaði skallaranum úr stuttari frástøðu.

Tíggju minuttir fyri steðgin vóru skotar aftur naskir. Scott McTominay fekk høvdið á eitt fríspark, men bólturin fór beint framvið.

Tierney hótti aftur beint fyri steðgin, tá hann tamdi framvið Gilla Rólantsson, og skeyt við høgra, men beint á Gunnar Nielsen.

Skotar økja

Føroyingar fóru beint í álop eftir steðgin, og fingu ein stóran kjans beinanvegin. Hallur Hansson sendi bóltin innfyri, og Craig Gordon misti bóltin fyri fóturnar á Jóan Símuni Edmundsson, sum ikki fekk veruligt skot á.

Men søgan frá fyrra hálvleiki endurtók seg. 52 minuttir vóru spældir, tá Tierney tamdi framvið Gilla Rólantsson og sendi eitt innlegg inn í høvdið á McGinn, sum skallaði kontant í málið til 2-0.

Bert seks minuttir økti Skotland aftur. Che Adams fekk bóltin uttanfyri brotsteigin, slapp framvið Gunnari Vatnhamar og skeyt ótarnaður lágt í høgra málhorn.

Jóan Símun Edmundsson fekk enn ein møguleika eftir stutt hornaspark og flatt innlegg úr vinstru, men skotið úr góðari støðu fór langt omanfyri.

Í hinum endanum vóru skotar náðileysir. Andy Robertson legði eitt frálíkt innlegg til handaru stong, og har var Ryan Frasen og skallaði niður við stongini til 4-0.

Síðsta korterið komu Føroyar betur við aftur. Patrik Johannesen, sum varð skiftur inn, skallaði eftir innlegg úr vinstru, og Craig Gordon mátti sláa uppum.

Meir varð tað ikki til, og føroyingarnir leggja leiðina heim við einum stigi í kuffertinum, sum teir fingu móti Moldova.

Skotland - Føroyar, 4-0 (Hampden Park)
1-0 John McGinn, 7 min.
2-0 John McGinn, 53 min.
3-0 Che Adams 60 min.
4-0 Ryan Fraser 70 min.








 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 3. november
Bolero - Vetrartónleikur
183004
Sunnudag 3. november
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
183000
Sunnudag 3. november
Credo: Floymandi nærvera
182918
Leygardag 2. november
TEMAPLÁTAN 40: "Reckless", Bryan Adams, 1984
182833
Leygardag 2. november
Plátupanelið #022 (1999)
182991
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. november
Við Gutta á fjalli
183008
Sunnudag 3. november
Barnamøtið hjá Heimamissiónini 2024
183007
Fríggjadag 1. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
182920
Fríggjadag 1. november
Veðrið
182950
Hósdag 31. oktober
Kom á val 03
182906