Løkke stovnar flokk

Løkke stovnar flokk
Lars Løkke Rasmussen fer at stovna nýggjan politiskan flokk í Danmark
Lars Løkke Rasmussen
Mynd: Savnsmynd  
 
11.04.2021 - 11:15

Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi formaður í Vinstra-flokkinum og fyrrverandi forsætisráðharri í Danmark, fer at stovna ein nýggjan politiskan flokk.

Tað skrivar hann í klummu á bt.dk. Løkke fór á nýggjárinum úr Vinstra-flokkinum, men hann hevur áður ikki viljað váttað, um hann fór at stovna nýggjan flokk.

Nýggi flokkurin verður á miðjuni

8. januar í ár stovnaði hann politiska netverkið Det Politiske Mødested, sum fleiri enn 15.000 danir eru í. Nýggi flokkurin skal vera á miðjuni í donskum politikki.

Vit meina tað alvorligt. Tað kemur ein nýggjur flokkur, ið hevur sum mál at vera ein skilagóð, pragmatisk og ódogmatisk rødd í politiska kjakinum, skrivar Lars Løkke Rasmussen.

Enn er ikki greitt, hvussu flokkurin fer at eita ella hvør verður í flokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985