Toppfundur um veðurlagið

Toppfundur um veðurlagið
Heimsins leiðarar hava fundin á netinum í dag og í morgin
Joe Biden, forseti, sigur, at USA at ætlar at minka sítt útlit niður í helvt í 2030
 
22.04.2021 - 15:40

Í dag og í morgin hittast heimsins leiðarar til toppfund á netinum um veðurlagið, og hvat kann gerast í stríðnum móti veðurlagsbroytingum.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur kallað inn til fundin, sum byrjaði á middegi okkara tíð, og USA hevur sjálvt lagt fyri við at seta sær sum mál at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum við 50 til 52 prosentum, við 2005 sum støðisári, til 2030.

USA vónar við hesum, at onnur lond við stórum útláti fara at taka táttin upp og minka um sítt útlát.

USA roynir at taka leiðsluna aftur í stríðnum móti veðurlagsbroytingum, eftir at undanfarni forsetin, Donald Trump, tók USA úr altjóða avtalum um at minka um CO2-útlát.

- Eingin tjóð kann loysa hesa kreppuna einsamøll, og hesin fundurin er eitt stig á leiðini til eina trygga, blómandi og burðardygga framtíð, segði Joe Biden á Twitter fáar minuttir undan fundinum. 

40 lond umboðað

40 lond eru umboðað á fundinum, og fleiri av heimsins leiðarum hava havt orðið í dag. 

Ein teirra var kanadiski leiðarin, Justin Trudeau, sum tók táttin hjá USA upp og segði, at Kanada fer at minka sítt útlát av vakstrarhúsgassum  40-45 prosent fyri 2030.

Bretski leiðarin, Boris Johnson, takkaði USA fyri at hava sett hetta nýggja málið, og Xi Jinping úr Kina segði, at "vit eiga at verja umhvørvið, sum vit verja okkara egnu eygu." 

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, prikaði eitt sindur til Donald Trump við at siga seg fegnast um, at USA aftur er partur av arbeiðnum hjá okkum í stórpolitikki. 

Ikki ov seint

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, segði, at vísindini siga, at tað ikki er ov seint, men at vit skulu skunda okkum, og at tað er júst tað, sum ES nú ger.

- París-avtalan er lívstryggingin hjá mannaættini. Vit noyðast at vísa, at vit eru greið yvir hetta, og at vit eru til reiðar at gera meir, segði Ursula von der Leyen.

Hon segði seg eisini fegnast um, at USA nú aftur hevur sett seg við verðurlagsborðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098