- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjógæti mist løggildingina
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tikið aftur løggildingina hjá Sjógæti við Norðskála. Avgerðin varð tikin 16. apríl og bannið er sostatt galdandi frá hesi dagfesting.
Í avgerðini um at taka aftur løggildingina stendur millum annað eisini, at virkið heilt aftur til 2018 ikki hevur sent Heilsufrøðiligu Starvsstovuni royndir, sum eftirlitstovnurin hevur biðið um, eitt nú í sambandi við vanda fyri listeriabakteriuni.
Virkið hjá Sjógæti á Eiði er ikki fevnt av forboðnum, og hevur enn sína løggilding. Eisini Fisk og Kips bilarnir hava egnu løggilding og eru tí heldur ikki fevndir av forboðnum.
Fingu framleiðsluforboð
Málið um Sjógæti við Norðskála er farið ein veg síðani Heilsufrøðiliga Starvsstovan í mars gjørdi av at kalla kaltroyktan laks og svartkalva aftur, sum var pakkaður í tíðarskeiðinum 5. til 26. mars.
Trupulleikin við vørunum var ov høg nøgd av listeriabakteriuni, sum kann vera vandamikil fyri fólk. Bakterian kann eisini elva til, at barnakonur missa fostrið.
>> SÍ EISINI Listeriabakteria funnin í hesum vørum
Men málið fór skjótt frá at snúgva seg um eina avmarkaða nøgd av vørum, pakkað í mars, til at snúgva seg um allar kaltroyktar vørur frá virkinum heilt aftur til oktober í fjør.
Samstundis, sum vøran varð afturkallað, fekk virkið við Norðskála forboð fyri at framleiða annað enn raspað flak til greiða varð fingin á, hvat trupulleikin við listeriabakteriuni stavaði frá.
Virkið skuldi lata framleiðsluna upp aftur stigvíst og í tøttum samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna var avtalan. Men nú hevur Sjógæti við Norðskála mist løggildingina og sostatt loyvið til at framleiða mat yvirhøvur.
>> SÍ EISINI Fara at kanna oftari
Tað vísir ein avgerð, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Bann er sett fyri at lata nakra matvøru fara úr virkinum eftir 16. apríl.
Malan Mikkelsen, leiðari á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, vil ikki gera samrøðu við útvarpið, men viðgongur at tað er eitt ógvusligt stig og at tað er fyrstu ferð, starvsstovan hevur tikið eina tílíka løggilding aftur.
Sambært avgerðini er orsøkin til afturkallingina av løggildingini ónøgd við tilgongdina hjá virkinum, at byrja framleiðsluna aftur.
Framleiddu hóast forboð
Virkið hevur sent villeiðandi upplýsingar til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og hevur framleitt vørur, sum tað hevði fingið forboð fyri at framleiða
Tað gjørdist greitt, tá eitt starvsfólk hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni 16. apríl fær fráboðan um, at vøra liggur í handilsdiski í Havn, sum er framleidd á virkinum við Norðskála eftir at forboð er sett fyri at framleiða vøruna við Norðskála.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger sama dag eina eftirlitsvitjan á virkinum, sum staðfestir, at vørur verða framleiddar har, sum virkið ikki hevur loyvi at framleiða.
Vørur skeiva merking
Haraftrat er skeiv og villeiðandi merking av vørum, og manglandi sporføri. Tað vil siga, at tað ikki ber til at spora vørur; hvørki hvaðan tær koma ella hvar tær skulu.
Millum annað hesi viðurskifti hava fingið Heilsufrøðiligu Starvsstovuna at steðga og banna allari framleiðslu. Eingin matvøra má fara av virkinum eftir 16. apríl.
Virkið má søkja um nýggja løggilding, skal tað virka matvørur aftur. Enn er ikki greitt, hvat verður av vørunum, sum eru á virkinum; um tær skulu burturbeinast ella um onnur loysn kann finnast.