Føroyar fingu sigurin - endiliga

Føroyar fingu sigurin - endiliga
Við einum framúr avriki í seinna hálvleiki vunnu Føroyar - við Eliasi á Skipagøtu á odda - fyrsta dystin í hesi undankappingini móti Kekkia
Elias á Skipagøtu spældi aftur ein góðan dyst fyri Føroyar
 
30.04.2021 - 19:49

Í dag varð kunngjørt, at Sonni Larsen ikki heldur fram sum venjari á føroyska landsliðnum. Tí var tað onkursvegna hóskandi, at føroyska liðið fekk staðfest ta framgongdina, sum liðið hevur verið ígjøgnum undir leiðsluni av neyva dananum.

Staðfestingin varð einki minni enn ein sigur á Kekkia - hin fyrsti hjá Føroyum í HM-undankappingini.

 - Tað snýr seg ikki um meg, segði Sonni Larsen eftir dystin. 

 - Tað snýr seg um, at dreingirnir hava spælt góðan hondbólt. Restina kunnu vit tosað um eftir dystin sunnudagin.

Elias legði lunnarnar beinanvegin

Annars hevur stóra søgan í føroyskum hondbólti verið hon um Elias á Skipagøtu, og tað var unga stjørnuskotið, sum tryggjaði Føroyum eina góða byrjan.

Fyrst vann hann brotsspark, sum Filip Jojic umsetti til mál, og síðan fann hann hegnisliga Pætur Mikkjalsson á strikuni, sum skoraði til 2-1.

Liðini fylgdust eina løtu eftir hetta, men miðskeiðis í hálvleikinum hendi tað, sum er hent fleiri ferðir, í landsdystunum hjá Føroyum. Álopsspælið stirnaði nakað, og kekkar fingu ein trýmálsleiðslu. Sonni Larsen, landsliðsvenjari, sum stóð á odda fyri sínum næstseinasta landsdysti, tók time-out, og teir hvítu fóru aftur at skjóta mál.

Elias á Skipagøtu vísti onkrar av teimum snildunum, sum hann hevur gjørt til sítt vørumerki í svensku kappingini, millum annað innspælingar afturum seg inn til strikuna.

Løtuna beint fyri steðgin riggaðu skjótu álopini eisini væl, og tað eydnaðist Føroyum at minka um kekkisku leiðsluna til 11-12 við málum frá Peter Krogh og Sjúrði Olsen, og tað varð eisini støðan í hálvleikinum. 

Kekkar góða byrjan eftir steðgin

Útiliðið kom betur frá byrjan fyrstu løtuna í seinna hálvleiki. Matej Klíma á vinstra bakki skeyt trý mál og lumpaði Peter Krogh so mikið, at føroyingurin varð útvístur. Munurin bleiv kortini ikki størri enn trý mál, tí Filip Jojic og Kjartan Johansen, sum var við aftur, vórðu raskir at skjóta mál.

Tá so Hákun West av Teigum fann Elias á Skipagøtu við einum sokallaðum flúgvara, minkaði munurin niður aftur í eitt mál. Men Klíma og liðfelagarnir hildu fast, og munurin var støðugt tvey ella eitt mál, hóast heimamenninir vístu gott álopsspæl.

Men tá 18 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, eydnaðist tað endiliga, sum øll høllin - minus kekkarnir í reyðu búnunum - høvdu ynskt og bíðað eftir. Kekkar raktu stongina, og Sjúrður Olsen skeyt og javnaði av veinginum í hinum endanum.

Ørkymlaðir kekkar

Beint eftir útjavnandi málið tók Kekkia time-out, og eftir at málverjin hjá kekkum ikki vildi fara til liðfelagarnar, varð hann útvístur av føroysku dómarunum.

Um tað var tað, sum kekkar vórðu ónøgdir við, ella okkurt annað, var ógreitt, men í hvussu er varð dysturin steðgaður í eina góða løtu, áðrenn greiða varð fingin á málinum. Tá byrjað varð aftur, skoraði útiliðið beinanvegin.

Føroyar við Eliasi á Skipagøtu á odda svaraðu aftur upp á kekkisk leiðslumál minst tríggjar ferðir, áðrenn útiliðið misnýtti brotskast. Tað gav føroyingunum møguleikan, og Sjúrður Olsen tók av úr spískum. Føroyar á odda fyri fyrstu ferð við sjey minuttum eftir at spæla.

Lítla løtu seinni skjeyt Elias á Skipagøtu eitt dundurskot upp í málhornið, og so var munurin tvey. Men Klíma var ikki liðugur, og minkaði um munin til eitt.

Tað var eisini munurin, tá Føroyar fóru í álop við einum minutti eftir á klokkuni. Tað eydnaðist ikki at skora, men tað gjørdi tað ikki hjá kekkum heldur í hinum endanum, og so var føroyski sigurin - hin fyrsti í hesum bólkinum - veruleiki. Sama var ein hin størsta løtan í føroyskum hondbólti higartil.

Føroyar-Kekkia (høllin á Hálsi)
27-26 (11-12)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887