Sjálvboðið at brúka AstraZeneca í Danmark

bannari
Sjálvboðið at brúka AstraZeneca í Danmark
Mælt verður framvegis frá at brúka koppingarevnið, men tað er ein politisk avgerð, at sjálvboðin kunnu brúka AstraZeneca, sigur danska heilustýrið
Nú verður tað sjálvboðið í Danmark at bruka koppingarevni frá AstraZeneca
 
03.05.2021 - 13:42

Danska heilsustýrið sigur nú, at tað er í lagi, um danir sjálvbodnir vilja koppsetast við koppingarevninum frá AstraZeneca.

Tað vísir eitt upprit frá danska heilsustýrinum til framsøgufólkini í heilsumálum á Fólkatingi, sum Danmarks Radio og TV2 hava fingið innlit í.

Har sigur heilsustýrið, at tað ber til at gera eina skipan, har koppingarevni, sum eru góðkend, men ikki tilmæld, kunnu brúkast.

Talan er um eina politiska avgerð

Donsku myndugleikarnir góvust fyribils at brúka AstraZeneca 11. mars, og ein mánað seinni vórðu boðin givin um heilt at gevast at brúka koppingarevni frá AstraZeneca, eftir at eitt sjáldsamt slag av blóðtøppum kundi setast í samband við koppingarevnið.

Heilsustýrið mælir framvegis ikki til at brúka AstraZeneca, stendur í uppritinum, men uppritið er gjørt eftir politiskum ynski, skrivar TV2. Tað er tískil ein politisk avgerð at gera koppingarevnið tøkt, og tað letur seg gera, sigur heilsustýrið.

Danska heilsumálaráðið væntar, at skipanin kann vera klár at taka í nýtslu seinni í hesum mánaðinum, um politisk semja verður um tað.

Skipan við 24 tímar umhugsunartíð

Heilsustýrið mælir til, at gjørd verður ein skipan við 24 tíma umhugsunartíð, áðrenn koppsett verður við AstraZeneca, og at meira verður kunnað um koppsetingina enn vanligt.

Eitt nú ein samrøða við ein lækna, har tað skal gerast greitt, at heilsustýrið ikki mælir til júst ta koppsetingina, og at aðrir møguleikar eru.

Danmark hevur í løtuni fleiri enn 240.000 skamtar av AstraZeneca á goymslu, og fær knappar 200.000 aftrat hesa vikuna, skrivar Danmarks Radio.

Flokkarnir á Fólkatingi hittast seinnapartin í dag at viðgerða koppingargongdina, og taka støðu til skipanina við sjálvbodnari koppseting við AstraZeneca, skrivar TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887