Ikki loyvt at koyra við píkum

Ikki loyvt at koyra við píkum
Frá í dag er ikki loyvt at koyra við píkadekkum í Føroyum
 
15.05.2021 - 10:17

Sambært kunngerð nr. 59 frá 6. mai 2021, kunnu píkadekk brúkast í Føroyum frá 16. oktober til 14. mai. Tað er galdandi fyri persónbilar ella akfør upp til 3500 kilo.

Øll dekkini skulu vera av somu typu. Tað vil siga: fýra píkadekk ella fýra vetrardekk merkt M+S, sum stendur fyri Mud and Snow. Tað er einki undantak, boðar løgreglan frá.

Landsstýrismaðurin: Tíðarskeiðið má leingjast

Upprunaliga var bert loyvt at brúka píkadekk til 1. mai. Eftir gomlu kunngerðini, sum var frá 2013, stóð, at ikki er loyvt at nýta píkadekk frá 1. mai til 15. oktober.

Í kjakinum um píkadekk verður vanliga víst á, at píkadekk slíta vegirnar munandi meira enn onnur dekk, og tí er neyðugt at avmarka nýstluna av teimum. Men tað argumentið má víkja fyri trygdini, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum í farnu viku.

Landsstýrismaðurin helt tað vera neyðugt at leingja tíðarskeiðið, tá loyvt er at koyra við píkadekkum, so at tað eisini umfatar tvær vikur inn í mai, tí tað enn kann vera kalt í veðrinum hesa tíðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514