Danmark letur upp aftur

bannari
Danmark letur upp aftur
Avtalan er liður í stóru ætlanini um at lata landið meira uppaftur, sum varð gjørd 22. mars
 
18.05.2021 - 10:10

Allir flokkarnir í Fólkatinginum, uttan Tey Nýggju Borgarligu, samdust í nátt um, at Danmark verður latið meira upp aftur fríggjadagin 21. mai.

Avtalan er liður í stóru ætlanini um at lata landið meira upp aftur, sum varð gjørd 22. mars, skrivar Ritzau.

Framtíðin hjá koronupassinum óviss

Nýggja avtalan ásetur millum annað, at kravið um at ganga við andlitsmasku verður tikið av, og fólk sum arbeiða heima, sleppa skjótt á arbeiðsplássið aftur.

Koronupassið fer so smátt úr gildi í juni, og í august skulu flokkarnir umrøða, hvønn leiklut koronupassið skal hava, tá øll í Danmark eru liðugt koppsett.

Kravið um, at fólk skulu ganga við andlitsmasku, verður so smátt slept, og í august verður ikki longur kravt, at fólk ganga við andlitsmasku.

Sleppa aftur á skúlabonk

Frá fríggjadegnum kunnu 20 prosent sleppa aftur til arbeiðsplássið, og frá 1. august eru øll væntandi sloppin til arbeiðis á arbeiðsplássinum aftur.

Øll ítróttar- og frítíðartiltøk kunnu vera sum vant frá fríggjadegnum, um fólk kunnu vísa eitt koronupass. Harumframt sleppa fólk í Danmark eisini aftur í stuttleikagarðar, djóragarðar, kvøldskúla og spæli- og baðilond.

Frá fríggjadegnum sleppa lesandi á ungdóms- og vaksnamannaútbúgvingum aftur á skúlabonk, og tað sleppa eisini øll tey, sum lesa á universitetunum í Danmark. Krøvini um at halda frástøðu og at vísa koronupass vera fyribils í gildi nógva staðni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096