Byggisamtyktin fyri Fossdalsgjógv aftur á skránni

Byggisamtyktin fyri Fossdalsgjógv aftur á skránni
Bæði viðmerkingar og mótmæli eru um ætlanina at broyta byggisamtyktina, so til ber hjá Koks at byggja har
Byggi- og býarskipanarnevndin í Tórshavnar býráð mælir til at broyta serstøku byggisamtyktina fyri Fossdalsgjógv, har Koks hevur stórar byggiætlanir
 
27.05.2021 - 08:47

Hóast fimm viðmerkingar og mótmæli eru um ætlanina at broyta serstøku byggisamtyktina fyri Fossdalsgjógv við Velbastað, so Koks kann sleppa at byggja har, mæla umsitingin og meirilutin í Byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu til at broyta serstøku byggisamtyktina.

Men treytin er, at loyvi fæst frá avvarðandi myndugleikum. 

Og ein áseting um, at økið ikki skal hegnast inni, skal upp í serstøku byggisamtyktina.

Býráðið í Havn skal viðgera málið í kvøld.

Mæla frá

Eyðfinnur í Búðini og Eyðbjørn Gaard í Kirkjubøar/Velbastaðarnevndini mæla staðiliga frá at broyta byggisamtyktina.

Uppskotið um serstaka byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv var til almenna hoyring frá 20.desember í fjør til 15.februar í ár.

Fimm viðmerkingar og mótmæli komu. 

Tey eru frá Búnaðarstovuni, Bóndafelagnum, Páll Djóna á Steinum, festara, Kára Thomsen, og 153 fólk á Velbastað og í Kirkjubø hava undirskrivað eitt mótmæli.

Festarin fekk ikki viðhald

Festarin kærdi til Umhvørvis- og Vinnumálaráðið um, at Tórshavnar kommuna ikki heldur samanleggingarsáttmálan við Kirkjubøar kommunu um, at Kirkjubøur og Velbastaður skulu varðveitast sum bóndabygdir og bera dám av hesum. 

Men hann fekk ikki viðhald. 

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið sigur, at talan er ikki um eina áseting í samanleggingarsáttmálanum millum kommunurnar,  men um eitt mál í einum fylgiskjali um sáttmálan um samanlegging. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234