Tunnilsfelagið hevði ikki brúk fyri Sands kommunu

Tunnilsfelagið hevði ikki brúk fyri Sands kommunu
Kommunan ætlaði at byggja nýggja høll til sløkkiliðið, men tunnilsfelagið hevði ikki áhuga fyri at gera avtalu við kommununa
Herfyri var eldur í einum aggregati í Sandoyartunlinum, men tá borgarstjórin á Sandi í 2017 vendi sær til tunnilsfelagið, var svarið, at eingin áhugi var at gera avtalu við kommununa um tilbúgvingina til tunnilin
 
27.05.2021 - 13:04

Tunnilsfelagið vildi einki hava við tilbúgvingina á Sandi at gera, tá kommunan í 2017 vendi sær til felagið við fyrispurningi um útgerð og tilbúgving, tá tunnilin skuldi gerast. 

Tunnilsfelagið, sum hevði fingið Christian Andreasen, sakførara, at svara fyri seg, segði, at einki krav er til felagið um, at tað skal hava sína egnu tilbúgving. Ætlanin er at leiða roykin upp á Sandi og brúka Tórhsavnar Sløkkilið, um eldur er í tunlinum.

Nýggj høll til sløkkiliðið

Skal nøkur serlig útgerð til at røkja tilbúgvingina í sambandi við trygdina í Sandoyartunlinum? 

Tað vildi borgarstjórin á Sandi vita í 2017.

Tann 13. juli skrivar Brandur Sandoy, táverandi borgarstjóri, at Sands kommuna ætlar at byggja eina nýggja høll til sløkkiliðið, og hann vendir sær tí til tunnilsfelagið og spyr, um tey skulu taka atlit at størri útgerð, tá høllin skal byggjast.

Eisini vil hann vita, um tunnilsfelagið hevur áhuga fyri at gera eina avtalu við Sands kommunu um tilbúgvingina til tunnilin, sum fer at koma upp í Sandoynni. 

Sambært tilbúgvingarlógini hava kommunurnar ábyrgd av tilbúgvingini í kommununi, men fyritøkur við eitt nú serliga vandamiklum goymslum skulu hava eina egintilbúgving.

Eisini eru dømi um, at fyritøkur rinda kommunum fyri at hava neyðugu tilbúgvingina, um tær eru til serligan váða fyri trygdina í kommununi.

Eingin áhugi

Men tunnilsfelagið hevði ikki áhuga fyri at gera nakra avtalu við Sands kommunu.

Eingin serlig útgerð er neyðug, var svarið hjá felagnum, sum hevði biðið Christian Andreasen, sakførara, um at føra pennin. 

Sakførarin vísir á, at tað er ábyrgdin hjá kommununi at hava tilbúgvingina í kommununi, og at felagið nýtist ikki at hava nakra egintilbúgving sambært lógini um tilbúgving, sum nevnir fyritøkur við eitt nú stórum goymslum við vandamiklum evnum sum dømi.

Haraftrat, at ráðgevar felagsins, í sambandi við projekteringina av Sandoyartunlinum, hava lagt til grund, at "ein møguligur brunainsatsur skal koma úr Tórshavn, tí har er bygd ein vælvirkandi tilbúgving við vakarskipan og líknandi."

Christian Andreasen greiðir frá, at tunnilin verður bygdur soleiðis, at allur roykur í tunlinum kann blásast út móti Sandoynni, sjálvt um eldur skuldi komið í í brekkuni niðan móti Gomlurætt, og at tunnilsfelagið tí ikki fær brúk fyri eini tilbúgving á Sandi.

Sandoyar kommuna hevur onga váðameting gjørt í sambandi við, at tunnilin gongur upp í  Sandoynni, hóast tað er eitt lógarkrav.  Orsøkin er, sambært átaksleiðaranum, at tey hava fingið boð frá tunnilsfelagnum um, at tað ikki er tørvur á tilbúgvingini á Sandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
HPV kann raka øll
205467
Mikudag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
205464
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313