- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søguligt afturlit: Sørir í trettan heimadystum
Dysturin á Tórsvølli móti Íslandi fríggjakvøldið er fyrsti vinardystur landanna millum í Føroyum í meira enn tjúgu ár. Fyrr var spælt við jøvnum millumbili, men íslendingar hava verið sera trekir at koma hendan vegin at spæla nú í nógv ár. Afturfyri hava føroyingar fleirir ferðir spælt í Íslandi eftir aldamótið, bæði inni og úti.
Í mars 2009 fingu vit einasta sigurin. Í Kórinn-høllini í Kópavogi vunnu Føroyar 2-1. Heðin Askham stjórnaði tá føroyska liðnum á fyrsta og einasta sinni.
Ísland er landið, sum vit hava spælt flestar landsdystir ímóti. Fyrsti dysturin var á ólavsøku í 1930. Tað er fyrsti landsdystur hjá Íslandi yvirhøvur. Dysturin nú fríggjakvøldið er fyrsti vinardysturin á heimavølli móti Íslandi í hesi øldini. Íslendingar hava ikki spælt vinardyst í Føroyum síðani 1999. Tað er kortini ikki síðsti A-landsdystur landanna millum í Føroyum. Hann var í 2003 í EM-undankappingini. Tað er einasta ferðin, at vit hava verið í bólki saman við grannum okkara fyri vestan.
Ísland hevur ongantíð staðið seg so væl í altjóða fótbólti sum hesi seinnu árini. Teir gjørdu rættiliga hol í sjógvin í EM-endaspælinum í Fraklandi í 2016. Tá varpaðu teir Ongland úr kappingini við minniliga 2-1 sigrinum, sum bar í sær, at Ísland spældi móti Fraklandi um sætið í hálvfinaluni. Tvey ár seinni var Ísland eisini við í HM-endaspælinum í Russlandi.
Fótbóltslandsdystir móti Íslandi í Føroyum
1930 Føroyar-Ísland 0-1
1959 Føroyar-Ísland 2-5 (B-landslið)
1964 Føroyar-Ísland 1-3 (B-landslið)
1968 Føroyar-Ísland 0-3 (B-landslið)
1973 Føroyar-Ísland 0-4
1974 Føroyar-Ísland 2-3
1976 Føroyar-Ísland 1-6
1982 Føroyar-Ísland 1-4
1982 Føroyar-Ísland 0-4
1984 Føroyar-Ísland 0-0
1990 Føroyar-Ísland 2-3
1999 Føroyar-Ísland 0-1
2003 Føroyar-Ísland 1-2 (EM-undankapping)
Dystirnir
1930 - rok á ólavsøku
Føroyar - Ísland 0-1
Søgan byrjar í 1930.
Í veruleikanum byrjaði hon árið fyri, tá ið føroyingar mannaðu landslið og fóru til Reykjavíkar, men íslendingar settu í staðin Val og KR at spæla móti føroyingum. Fræið var sátt. Í Føroyum var eingin reglulig fótbóltssamvinna við útheimin. Men í 1930, tá ið roynt var at fáa lív í aftur Bóltspælsambandið, sum upprunaliga var stovnað í 1912, fekst samband við bæði Ísland og Hetland. Ólavsøkudag 1930 - tá ið flaggstríðið mundi endað við undantaksstøðu í Havn - spældu Føroyar og Ísland landsdyst í fótbólti í Gundadali. Ísland vann 1-0. Sniólvur Jacobsen úr KÍ skaraði framúr av føroysku spælarunum. Hann hevði í nøkur ár spælt á einum av góðu liðunum í Danmark, og var helst fyrsti úrmælingurin í føroyskum fótbólti.
Myndatekstur: Ein søgulig mynd úr Gundadali ólavsøkudag 1930. Fyrsti landsdystur, ið Føroyar og Ísland spæla yvirhøvur. Íslendingar vunnu 1-0. Føroyingar síggjast vinstrumegin.
1959 - ólavsøkuundirhald
Føroyar - Ísland B 2-5
Sløk tretivu ár eru millum teir báðar fyrstu fótbóltslandsdystirnar móti Íslandi.
Tá havt verður í huga, at dysturin á ólavsøku í 1930 var bæði góður og javnur, er tað at undrast á, at so long tíð gekk til grannalondini fingu aðrar landsdystir í lag. Fleiri dystir millum føroysk og íslendsk lið høvdu kortini verið í hesum tíðarbili. Bæði TB og HB høvdu ferðast í Íslandi, og fleiri íslendsk lið høvdu eisini verið í Føroyum.
Nógv var hent síðani 1930. Ísland var í 1944 vorðið sjálvstøðugt fullveldisríki. Íslendska fótbóltssambandið, KSÍ, var stovnað í 1947, og sama ár gjørdist Ísland limur í altjóða fótbóltssambandinum FIFA. 1947 var yvirhøvur eitt minniligt ár í íslendskum fótbólti, tí Albert Guðmundsson fekk tað summarið sum fyrsti íslendingur sáttmála sum yrkisspælari í franska felagnum Nancy, seinni var hann í AC Milan. Albert Guðmundsson mundi fram um allar aðrar vera ímyndin av tí framburði, sum Íslandi var fyri í fótbólti hesi árini.
Ísland hevði spælt nógvar landsdystir í 50-árunum, og summum úrslitum vóru teir ernir av - eitt nú vunnu teir á Svøríki í 1951, og sigrarnir á Noregi í 1954 og aftur í 1959 tala eisini fyri seg. Ísland hevði eisini verið við í undankappingini til HM-endaspælið í 1958.
Munurin á okkum og teimum var tí heldur vaksin enn minkaður hesi tretivu árini. Av tí at ÍSF var farið um tey tjúgu árini, var fyrispurningur í 1959 sendur til Íslands um ein landsdyst á ólavsøku. Íslendingar tóku av innbjóðingini, men søgdu, at teir fóru at koma við einum B-landsliði. Hvør skal siga: hví skjóta spurvar við kanón!
Onkur hevur kanska hildið hetta vera tekin um hugmóð, men íslendingum man hava verið greitt, at menningin hjá teimum hevði verið so stór, at B-landsliðið var saktans ment at vinna á føroyska A-landsliðnum - og rætt høvdu teir. Íslendingar mannaðu seg við einum B-landsliði til dystirnar móti Føroyum øll árini til 1972. Tá settu teir aftur A-landsliðið móti okkum, og soleiðis hevur verið síðani.
Á ólavsøku í 1959 stóð íslendskur fótbóltur í føgrum blóma. Ísland hevði hendan sama mánaðin á tí nýggja Laugardalsvøllinum í Reykjavík vunnið 1-0 á Noregi í OL-undankappingini, og tríggjar vikur eftir ólavsøku eydnaðist Íslandi í øðrum OL-undandysti í Ítróttarparkini í Keypmannahavn at spæla 1-1 móti Danmark - sum árið eftir endaði í sjálvari OL-finaluni í Rom.
Íslendingar komu til Føroyar 27. juli við Ragnari Lárussyni, varaformanni í KSÍ, sum ferðaleiðara. Spælast skuldi ólavsøkudag. Teir fingu tí stundir at venja seg við umstøðurnar, og at njóta alt ólavsøkustákið.
Nógvir áskoðarar
ÍSF hevði sett Mannbjørn Mortensen at stjórna landsliðsvenjingunum. Hann hevði einar 25 spælarar til venjingar hetta summarið, og úttøkunevndin skar ígjøgnum og setti sjálvt liðið til dystin. Tríggir fáa sín fyrsta landsdyst hesa ólavsøkuna; Tórður Holm úr B36, Pauli Nolsøe úr TB og Sjúrður Magnussen úr VB - hesir báðir seinastu gjørdu bæði málini, sum føroyingar fingu í dystinum.
Bergur Eliasen, sum vanliga var framherji - eisini á landsliðnum - var settur sum bakverji í hesum dysti. Jógvan á Lað var gliðin burtur úr, Bent Olsen var senturhalfur í staðin. Áhugin fyri dystinum var ógvuliga stórur; áskoðararnir vóru fleiri enn 3.000 í góðveðrinum í Gundadali. Ítróttatíðindi skrivaðu:
Ólavsøkudagur kom við lýggjum vestanfleyri og sólskini, sum glitraði í knappatroyggjum, spenniskóm og konufólkaskreyti. Fólk tustu niðan í Gundadal sum ongantíð fyrr. Klokkan 16.00 bríkslaði dómarin, Guðjón Einarsson, varaforseti ÍSI. Leikur byrjaði, og Niels Juel varpaði hann út. Dysturin var sum heild góður og undirhaldandi. Íslendingar vóru við yvirlutan, sum væntandi var, men munurin í leikbýtinum var kortini ikki so stórur, sum úrslitið kundi bent á. Íslendingar høvdu Torstein Magnussen á orði sum besta føroyska spælaran. Sítt fyrra mál fingu føroyingar eftir hornaspark. Arne Nolsøe legði innfyri, og Sjúrður Magnussen setti bóltin í netið. Seinna málið kom stutt fyri leiklok. Íslendski málverji misti bóltin frá sær eftir føroyska skotroynd, Pauli Nolsøe var knappur og beindi bóltin í netið.
Føroyatíðindi:
Landskampurin kom at vera bæði vælspældur og spennandi. Sjálvandi vóru íslendingar teir betru spælararnir, tað sást best við mátanum, teir sparkaðu til bóltin, tá teir avleveraðu hann, og teirra positiónsspæl var so gott, at tað var ein stuttleiki at síggja. Tað var eins og føroyingar fingu brell og spældu til tíðir nógv betur, enn nakar hevði væntað av teimum.
Dimmalætting:
Longu frá byrjan vístu íslendingar, at teir dugdu sera góðan teknikk, sum ikki var hugsingur um fyri føroyingar at standa ímóti, men høvdu føroyingar ikki áhaldandi treystleika undir dystinum, hevði úrslitið verið væl vánaligari fyri føroyingar.
Myndatekstur: Gundadalur ólavsøkudagur 1959. Føroyingar í bláum og hvítum búna, íslendingar í reyðum og hvítum. Føroysku spælararnir standandi frá vinstru: Tórstein Magnussen (B36), Eivin Dam (HB), Sjúrður Magnussen (VB), Bergur Eliasen (KÍ), Bent Olsen (B36), Brynjer Gregoriussen (HB), Marius Johan Jensen (HB), Tórður Holm (B36), Pauli Nolsøe (TB), Karl Isaksen (KÍ), Arne Nolsøe (TB). Spælarin við flagginum er Ludvík Jónsson (KÍ) - pápi Toda.
1964 - heiðurligari tap
Føroyar - Ísland B 1-3
Summarið 1964 var merkt av 25 ára hátíðarhaldinum hjá ÍSF. Stór ítróttastevna var í Havn. Sum krúnuna á verkið vórðu landsdystir spældir móti Íslandi í Gundadali bæði í fótbólti og hondbólti. Ein beisk træta millum ÍSF og KÍ, sum bar í sær, at KÍ tók sítt meistaradeildarlið úr landskappingini, legði sína køvandi hond yvir landsdystin, tí KÍ sýtti at lata nakran spælara á landsliðið. Eftir í meistaradeildini hetta summarið vóru tí bara HB, B36 og TB. Eftir alt rumblið um landsliðsúttøkuna í 1962, hevði ÍSF nú hálsað um; eingin úttøkunevnd var sett, í staðin skuldi ein persónur einsamallur taka út landsliðið eftir nýggjari skipan. ÍSF tilnevndi Kriss Guttesen sum landsliðsúttøkumann.
Býlið
At eingin KÍ-spælari var tøkur mundi gera sítt til, at ikki færri enn seks spælarar vóru nýggir á landsliðnum. Bara fýra høvdu fyrr verið á landsliðnum; Petur Sigurð, Kári og Sverri úr HB og Tórður úr B36. Á liðnum, sum kunngjørt var 19. juli, var eingin TB-ari uppi í. Bara spælarar úr B36 og HB mannaðu landsliðið. Og so var aftur eldur í skálanum.
Í Sosialinum sást hetta harmaljóðið:
Kann ein við nøkrum rætti rópa eitt lið fyri landslið, sum bara er samansett av leikarum úr Havnini, sum hóast stór ikki umboðar meira enn 1/4 av Føroya fólki? Hetta er ein dyggur brestur framman á hjá ítróttarfólki kring landið og samstundis móti føroyskari ítrótt sum heild. Latið vera við at rópa hetta landslið, men sigið sum er, at býlið úr Havn leikar móti íslendska B-landsliðnum.
ÍSF hevði heitt á íslendingar um at senda sítt A-landslið hesaferð, men tá ið til stykkis kom, varð hetta av ongum. Knattspyrnusamband Íslands segði frá, tá ið teir høvdu fingið innbjóðingina, at av tí at teir skuldu spæla móti Skotlandi 26. juli, fóru teir neyvan at fáa allar A-leikarnar við, men lovaðu, at teir kortini skuldu senda eitt A-landslið. Men bara tveir dagar fyri dystin boðaðu íslendingar frá, at tað bar teimum kortini ikki til at senda A-landsliðið. Hetta kom eitt sindur dátt við hjá ÍSF, tí teir høvdu kunngjørt í lýsingum, at dystur fór at vera móti íslendska A-landsliðnum.
Dómarin var úr Danmark. ÍSF hevði útvegað sær uttanveltaðan dómara á hesum sinni. Um Carsten Sørensen tóktust fleiri at halda, at hann var strangur, men rættvísur!
Myndatekstur: Landsliðið 1964, sum var eitt býlið úr Havn. Løgmaður Hákun Djurhuus heilsar upp á manningina. Høgrumegin Páll Kúrberg (HB), Egga Jensen (HB), Knút Thorsvig (HB), Sverri Jacobsen (HB), Hugin Samuelsen (B36), Tórður Holm (B36), Henry Poulsen (B36), Jákup Luth Joensen (HB), Kári Helmsdal (HB). Baldvin Baldvinsson (B36) hómast ytst í myndini, men einki sæst til málmannin Petur Sigurð Rasmussen.
Á einari leið
Føroyingar løgdu varliga fyri, skelkurin eftir lemjandi 10-0 tapið í Reykjavík tvey ár frammanundan, sat helst framvegis í spælarunum. Men skjótt sást, at íslendingar fóru ikki aftur at vinna stórsigur. Føroyska verjan hevði yvirhøvur tamarhald á støðuni. Íslendingar vóru kortini við yvirlutan og høvdu sínar málmøguleikar, men neyvleikin var ikki tann sami sum á Laugardalsvøllinum.
Tvær ferðir eydnaðist teimum at fáa bóltin í føroyska málið, men danski dómarin kolldømdi bæði málini vegna rangstøðu. Eitt mál kom í fyrra hálvleiki, og tað fingu íslendingar við brotssparki, tá ið hálvur tími var farin. Føroyingar mundu javnað stutt fyri hálvleik við brandskoti frá Sverra Jacobsen, men íslendski málmaðurin bjargaði meistarliga.
Íslendingar fingu tvey heldur lorkut mál tíðliga í seinna hálvleiki. Hitt fyrra kom eftir eina miseydnaða afturlegging til málmannin frá Knút Thorsvig, sum Kári Árnason gagnnýtti, og sami maður økti løtu seinni, tá ið hann fekk eina langa sending við sær inn um føroysku verjuna, og setti bóltin í mál. So var dysturin avgjørdur.
Páll skorar
Føroyingar høvdu nú yvirlutan í spælinum seinastu fjøruti minuttirnar, men striltið gekst at fáa mál. Í evstu løtu eydnaðist kortini. Ein long sending kom fram í íslendska brotsteigin, Páll Kúrberg var sum eitt fok inn um miðbakkin, og hart trongdur av málmanni og verjuspælara fekk hann bóltin í mál.
Dimmalætting:
Føroysku forwardarnir vóru ov veikir, men verjan spældi ein sera góðan dyst. Ein hin besti dysturin, ið Tórður Holm, miðbakkurin, hevur spælt. Somuleiðis Jákup Luth og Hugin - teir vóru rættir brandar. Besti forwardur var Egga. Vit høvdu væntað okkum meir av Kára - spell var - vit hava sæð hann nakað væl betri. Íslendingar vóru tó teir nógv meira teknisku og kvikaru.
Alt um ítrótt:
Besti maðurin á føroyska liðnum var Jákup Luth. Hann hevði vinstra vong "í síni hulu" hond allan dystin. Egga vísti aftur í hesum dysti, at hann er maðurin, ið kann luta spælið millum leikararnar. Hann var so avgjørt besti álopsspælarin. Hugin steðgaði nógvum av teimum íslendsku álopunum og avleveraði væl frameftir. Hann var eisini við frammi í teimum flestu álopunum. Kári var ikki nógv við í spælinum. Lá alt ov tætt hjá íslendska senterhalfinum, so tá hann fekk bóltin fór íslendingurin við honum. Restin av liðnum var so sum so, men teir flestu royndu at arbeiða, hóast lítið kom burturúr. Einahelst gekk illa hjá Sverra. Hann hevði tvey kanónskot, sum vanliga høvdu givið kassa, men tað er ov lítið.
1968 - sama søga
Føroyar - Ísland B 0-3
Eftir hvøkkin á Laugardali í 1967, tá ið føroyingar vóru um reppið at fáa javnleik, mannaðu íslendingar seg móti Føroyum í 1968 við einum styrktum B-landsliði, sum Morgunblaðið skrivaði. Men veruleikin var tann, at átta av teimum ellivu íslendingunum, sum komu til Føroyar í 1968, høvdu spælt á A-landsliðnum. Føroyingar mundu neyvan hava tær bestu vónirnar til sína manning, tí vikuna framman undan høvdu Føroyar á heimavølli tapt 2-0 fyri Orknoyum í fyrsta dystinum í Norðuratlantskappingini eftir ússaligt avrik. Bløðini góvu ilt av sær og kravdu broytingar á liðnum. Úttøkumaðurin skifti tríggjar spælarar. Heðin Baldvinsson kom í staðin fyri Dánjal Jákup Thomsen, Martin á Mýrini fyri Hendrik Dahl, og Sverri Jacobsen loysti Sólbjørn Mortensen av. Broytingarnar gjørdu neyvan allan munin, men avrikið hjá føroyska liðnum var munandi frægari enn vikuna framman undan. Munurin á liðunum var ikki stórur, í so máta var úrslitið misvísandi - tað hildu íslendsku bløðini eisini. Tað var ikki bara føroyska útvarpið, sum hevði frásøgn frá dystinum - Sigurður Sigurðsson varpaði dystin beinleiðis í íslendska ríkisútvarpinum. Hetta var seinasta ferðin, at Ísland mannaði seg við B-landsliði móti Føroyum.
Myndatekstur: Føroyska landsliðið 1968. Búnin er nú reyður. Standandi frá vinstru: Dánjal Jákup Thomsen (HB), Heðin Baldvinsson (KÍ), Martin á Mýrini (HB), Regin Árting (HB), Tórður Holm (B36), Ólavur Thomsen (KÍ), Eyolvur Joensen (KÍ) og Ólavur Olsen (B36). Húkandi frá vinstru: Árni Rein (B36), Olvheðin Jacobsen (KÍ), Heri Nolsøe (HB), Steinbjørn Jacobsen (KÍ), Sverri Jacobsen (HB), Hendrik Dahl (HB) og Oddmar Færø (B36).
Dimmalætting:
Íslendingar geva bóltin upp og hava í fyrsta álopi ein stóran málkjans, tá verjan hjá føroyingum, enn ikki samanspæld, sløsar, og ein íslendskur álopsleikari sleppur fríur til skot - men har liggur Regin vatnrættur og bjargar hesum harða skoti, sum hevði rætning móti høgru málstong. Løtu seinni eru aftur boð eftir okkara verju, men Regin hevur sæð vandan og er úti við brotssparksblettin og boksar vekk - frálíkt málmansspæl.
Hóast hesar báðar stóru málmøguleikar til Ísland, verður føroyska liðið ikki blást umkoll - langt frá, verjan finnur væl saman, og miðvølsspælið gongur stundum væl, men álopið formáar sær lítið í klørnum á tí sterku íslendsku verjuni, so hóast vit hava fitt av spæli, fáa vit ongar stórar kjansir; nærmast við at fáa mál eru vit, tá Árni skjýtur langskot frá einum 20-25 metrum, men bólturin strýkur yvir høgra málhorni.
Hóast íslendska liðið hevur yvirtakið í hesum hálvleiki, so fylgja vit kortini væl við, hava líka so mong hornaspørk sum Ísland - 3 - og líka so mong skot á mál, ið raka innanfyri stengurnar.
1973 - útum høvuðsstaðin
Føroyar - Ísland 0-4
ÍSF hevði tikið avgerð um, at farast skuldi til Klaksvíkar við landsdystinnum hetta árið. Tað var fyrsta ferðin, at landsdystur ikki var spældur í Havn. Annars funnust fleiri at ÍSF, at so seint var farið undir fyrireikingarnar. Eingin venjari var settur at stjórna liðnum í dystinum móti Íslandi, og seinastu dystunum í Norðuratlantskappingini móti Hetlandi og Orknoyggjum vikuna eftir. Nýggi formaðurin í fótbóltsnevnd ÍSF´s, Poul Michelsen, var einsamallur um at seta landsliðið. Tað var næstan vorðin siðvenja, at landsliðið tapti venjingardystin móti pressuliðnum - hesaferð heili 4-1. Tað bøtti ikki um hýrin og vónirnar.
Ov nógv mál
Íslendingar vóru á odda 1-0 í hálvleikinum. Matthías Hallgrímsson beindi bóltin í føroyska málið eftir íslendska skotroynd, sum Ólavur Olsen hálvbjargaði. Føroyingar høvdu mist bóltin í uppspælinum, tá íslendingar søktu at. Annað málið kom tíðliga í seinna hálvleiki. Tann vælleikandi Sigmund Nolsøe var óheppin við einari sending, tá ið hann skuldi rudda burtur, bólturin endaði hjá Steinari Jóhanssyni, sum stóð væl fyri, honum eydnaðist at skjóta bóltin í málið, tó at Olvheðin mundi bjargað á strikuni. Eftir hetta tóktist tað, sum fullu føroyingar í fátt. Besti íslendski spælarin, Martin Geirsson, skeyt tvey mál aftrat, hitt seinna við frálíkum langskoti. Eftir góða avrikið í fyrra hálvleiki, vóru føroyingar vónsviknir, at málini gjørdust so nógv, tá ið avtornaði.
Føroyskir glottar
Blaðmaðurin á Dimmalætting, Árni Dahl, tók eisini teir einstøku føroysku spælararnar til umrøðu. Bestu skoðsmálini fingu hesir:
Dimmalætting:
Sigmund á høgra bakverja plássi var fyri mær tann leikarin, ið best kom frá byrjan og allan fyrra hálvleik tyktist hann vera besti føroyski leikarin, lá tætt at mótstøðumanni sínum, fann sínar viðleikarar væl og smæddist ikki fyri at fara sjálvur í kravdum løtum. At síggja Sverra leika miðverja, tá hann ger tað sum í hesum dysti, er reinur stuttleiki, hann setti ikki fótin skeivan, helt miðframherja íslendinga fullkomiliga og dugdi í fleiri førum at leika íslendsku herjarnar í rangstøðu. Av miðvallarleikarunum gjørdi Ragnar hitt størsta arbeiðið, var góður í uppspælinum og tetti avbera væl í verjuni. Eirik hoyrdi eisini til teir bestu á liðnum við sínum kvika leiki og skapandi avleveringum. Morgunblaðið, sum hevði ein mann til dystin, nevndi eisini Sigmund Nolsøe, Ragnar Hansen og Eirik Rasmussen sum bestu føroysku spælarar í dystinum. Íslendski blaðmaðurin hefti seg eisini við góða tekniska førleikan hjá Hera Nolsøe.
Myndatekstur: Landsdystur í Klaksvík 1973. Føroyingar ovari í myndini, íslendingar niðanfyri. Føroyska manningin frá høgru: Gordon Hofgaard (TB), Regin Olsen (B36), Karl Gudmund Henriksen (KÍ), Egga Jensen (HB), Johan "Beiggin" Johannesen (HB), Olvheðin Jacobsen (KÍ), Jóannes Jacobsen (KÍ), Páll Augustinussen (VB), Eirik Rasmussen (HB), Heri Nolsøe (HB), Jens Chr. Mortensen (TB), Ragnar Hansen (HB), Dánjal Jákup Thomsen (HB), Sigmund Nolsøe (TB), Ólavur Olsen (B36) og Sverri Jacobsen (HB).
1974 - framburður
Føroyar - Ísland 2-3
Føroyingar vóru nógv framfarnir! Tað var niðurstøðan í báðum teimum størstu íslendsku bløðunum, Morgunblaðnum og Altýðublaðnum, eftir dystin í Gundadali í 1974. Samstundis varð í íslendskum fjølmiðlum staðfest, at Ísland - við fýra spælarum, ið fingu sín fyrsta landsdyst - var ikki sannførandi. Føroyingar høvdu aftur íslendskan venjara. Eggert Jóhannesson, ið hetta árið starvaðist sum venjari hjá B36, tók eftir áheitan frá ÍSF av uppgávuni at stjórna landsliðnum móti landsmonnum sínum. Poul Michelsen, formaður í fótbóltsnevnd ÍSF´s, hevði eins og árið fyri mannað føroyska liðið.
Styrkt HB-lið
Ikki færri enn sjey av teimum ellivu, sum vóru á vølli frá byrjan á føroyska liðnum, vóru HB-arar. Hetta var mitt í gylta tíðarskeiðnum hjá HB, tí var øllum greitt, at meistaraliðið fór at vera væl umboðað á landsliðnum. Tríggir royndu seg á fyrsta sinni; Finnur Helmsdal, Herman Midjord og Palli Askham. Hugin Samuelsen fekk sín annan landsdyst - tíggju ár eftir elddópin.
Dysturin var tann fyrsti hjá Íslandi á árinum. Íslendingar høvdu havt eina heldur miseydnaða HM-undankapping árið fyri. Í sínum bólki høvdu teir m.a. Holland, sum tók øll á bóli í endaspælinum í 1974. Ísland tapti 5-0 og 8-1 fyri Hollandi í HM-undankappingini. Íslendski venjarin, Tony Knapp, sendi fýra spælarar út á grúsvøllin í Gundadali at fáa teirra fyrsta landsdyst. Teir vóru Magnús Torvaldsson, Jón Pétursson, Óskar Tómasson og Kristinn Bjørnsson. Teir høvdu kortini aðrar royndar spælarar at hella seg til. Hjá íslendingum var dysturin fyrireiking til EM-undandyst móti Belgia og vinardystir móti Finnlandi og Danmark um heystið.
Dysturin var spældur eitt vakurt summarkvøld í fínasta veðri. Úr øllum landinum leitaðu fólk fjølment til Havnar at síggja ársins dyst.
Myndatekstur: Føroyar og Ísland fyri tann góða dystin í 1974 á niðara vølli í Gundadali. Føroyingar vinstrumegin. Ragnar Hansen úr HB, sum um hetta mundið í sínum dagliga yrki var gravari í nýggja kirkjugarði í Havn, sæst fremstur í røðini sum liðskipari. Ísland vann 3-2.
Vinna seinna hálvleik
Leikliga var ikki tann stóri munurin á liðunum. Men íslendingar vóru likamliga treystari, og tað var avgerandi. Ísland var á odda 2-0 í hálvleikinum. Matthías Hallgrímsson, sum spældi sín 25. landsdyst, skeyt grannar okkara fyri vestan á sigurskós, tá ið eitt korter var farið. Føroyingar vóru heldur trilvandi í fyrra hálvleiki, og endin var, at Ásgeir Elíasson økti til 2-0 til Ísland, tá góður hálvur tími var farin.
Í seinna hálvleiki komu okkara menn á rætta lagið. Ein góð byrjan við hepnum máli gjørdi sítt, og ein nýggjur spælari á vøllinum - Hannemann Múller úr VB - fekk meira ferð og størri hugflog yvir føroyska álopsspælið. Føroyar vunnu henda seinna hálvleikin 2-1, og tað var um reppið, at dysturin endaði javnur. Í evstu løtu smeyg Hannemann sær inn um íslendsku verjuna við bóltinum, men liðskiparin, Jóhannes Eðvaldsson, var eirindaleysur, og tók kvika vágbingin at kalla upp í føvningin. Tað var hildið at vera væl sloppið hjá íslendinginum, at hann bara var sektaður við gulum korti fyri hesa neyðbremsuatgerð.
Føroysku fjølmiðlarnir vóru á einum máli um, at Ragnar Hansen var tann besti føroyski spælarin. Fleiri hildu eisini, at Hannemann Múller vendi dystinum, tá ið hann kom á vøllin í seinna hálvleiki. Ítróttatíðindamaðurin á Dimmalætting, sum skrivaði drúgvastu greinina frá dystinum, eftirmetti føroysku spælararnar soleiðis:
Dimmalætting:
Á føroyska liðnum leikti Ragnar Hansen ein framúrskarandi dyst, Regin var eisini góður í máli og Hermann, Heðin og Finnur stóðu seg heilt væl í verjuni. Hannemann og Dánjal Jákup stinnir meðan teir vóru inni. Palli var ov veikur á bakkverjaplássinum, Sverri fekk tvey mál, men gjørdi annars einki um seg. Hugin kom ongantíð í gongd og álopið alt tikið undir einum - burtursæð frá fyrstu løtuni í seinna hálvleiki - stórt vónbrot.
Íslendska Morgunblaðið helt, at Ragnar Hansen, Herman Midjord, Sverri Jacobsen og Regin Árting vóru bestu spælarar hjá Føroyum.
Myndatekstur: Sverri Jacobsen (HB), vinstrumegin í myndini, í hornatøkum við tveir íslendingar. Sverri skeyt bæði føroysku málini í dystinum.
1976 - máttloysi
Føroyar-Ísland 1-6
Eingin grunaði ilt í hálvleikinum! Tá stóð á jøvnum 1-1, og spælið hevði verið á einari leið. Men í seinna hálvleiki gekk føroyska liðið til grundar. Seinasta korterið skolaðu málini ígjøgnum, og úrslitið var hitt vánaligasta av øllum móti Íslandi á heimavølli.
– Vit taka dystin móti Føroyum í fullum álvara. Vit fyrireika okkum á sama hátt, sum var tað Holland ella Belgia, ið vit skuldu spæla móti. Tað segði bretski venjarin hjá íslendska landsliðnum, Tony Knapp, við íslendskar fjølmiðlar fyri dystin. Kortini vóru hvørki Ásgeir Sigurvinsson, Jóhannes Eðvaldsson ella Guðgeir Leifsson, sum allir vóru yrkisspælarar, við í Føroyum. Ísland hevði mánaðin frammanundan vunnið á 1-0 á Noregi á Ullevaal í Oslo við máli, sum Ásgeir Sigurvinsson skeyt.
Góður fyrri hálvleikur
Føroyingar høvdu eisini enskan venjara. Fótbóltsdeildin hjá ÍSF hevði heitt á ÍF-venjaran Ken Webberley at standa á odda fyri føroyska landsliðnum til henda dystin, sum var spældur á tí nýggja fótbóltsleikvøllinum í Gundadali. Tríggir nýggir spælarar vóru við frá byrjan; Áki Davidsen og Arnbjørn Sivertsen úr HB og Sámal á Vágalið úr MB, sum í einum venjingardysti móti føroyskum pressuliði hevði skotið størra helmingin av málunum, sum landsliðið fekk. Í hálvleikinum var Jógvan Linklett úr KÍ sendur á vøllin sum tann fjórði av teimum, sum spældu sín fyrsta landsdyst.
Føroyar tóktust at hava tamarhald á íslendingum í fyrra hálvleiki. Mikkjal Mikkelsen stjórnaði føroyska verjuspælinum við nógvum, væleydnaðum rangstøðufellum. Nógvu høgu bóltarnir, sum íslendingar sendu fram í føroyska brotsteigin, voldu ikki Mikkjali og Hermanni høvuðbrýggj. Jógvan Norðbúð og Eirik Rasmussen tóktust at hava góða sínamillum spælfatan í høgru síðu, og inni á miðjuni sást tann ungi Áki Davidsen reiggja dirigentstokkinum á skilagóðan hátt. Føroyingar høvdu viðhvørt góð álopsmynstur, men ov lítið bit var í atsóknunum.
Ísland legði seg á odda um miðan fyrra hálvleik, men so javnaðu Føroyar stutt eftir. Jógvan Norðbúð sendir ein góðan bólt inn í íslendska brotsteigin, málverjin fer skeivur av bóltinum, sum endar fyri fótunum á John Eysturoy, hann er knappur og setur bóltin í netið til 1-1.
Íslendingar treystari
Í seinna hálvleiki sást, at munurin á liðunum var fyrst og fremst likamligur. Íslendingar vóru rætt og slætt treystari. Fótbóltsliga stóðu okkara menn helst einki aftanfyri íslendingar. Leingi var líkt til, at eini tvey mál fóru at vera á muni, tá ið liðugt var, men seinasta korterið skrædnaði hjá Føroyum. Hesa óeydnisløtu fekk Ísland trý mál - trý vitleys gávumál, sum 14. september, skírdi tey, men legði aftrat, at føroyski málmaðurin var kortini sakleysur. Blaðið var hitt einasta av teimum føroysku, sum skrivaðu um dystin - hini vóru øll rakt av prentaraverkfalli!
Myndatekstur: Tjóðsangirnir ljóma fyri fyrsta landsdystin á ovara vølli í Gundadali í 1976. Føroyingar høgrumegin. Ísland vann 6-1. Hálvleiksstøðan var 1-1.
14. september:
Føroyingar sýndu í løtum í fyrra hálvleiki framúr góðan bóltleik - nakað sum íslendingar henda hálvleikin løgdu minni dent á, men heldur spældu høgar bóltar fram móti føroyska málinum, uttan at tað tó eydnaðist teimum at skapa teir stóru málkjansirnar. Vórðu atsóknir teirra ikki steðgaðar av Mikkjali og Hermanni, fullu íslendingar í off-side felluna hjá føroyingum. Og tað hendi ferð eftir ferð.
Sum sagt var leikdygd føroyinga henda hálvleikin betri enn væntað, men tíverri steðgaðu øll álopini uttan fyri íslendska brotsteigin. Føroysku leikararnir vóru ov kropsliga veikir og bæði Heri og serliga Sámal vórðu so tætt dekkaðir, at teir fingu lítið burturúr.
Í seinna hálvleiki kom ágrýtni og treysti íslendinga rættiliga til sjóndar. Íslendingar fingu sum frá leið avgerandi yvirtak og trumlaðu føroyska liðið niður við skjótum og vælleiktum álopsspæli. Íslendingar vunnu ein uppibornan, men ov stóran sigur.
Skulu vit nevna nakran av okkara leikarum, sum skaraðu framúr, verða tað avgjørt Áki Davidsen, Mikkjal Mikkelsen og John Eysturoy, sum hóast hart kroystur, kom væl frá dystinum.
Tað er okkum ein gáta, hví tvørámenninir Henrik Thomsen og Petur Hammer ikki fingu ein kjans.
1982 - vónbrot
Føroyar-Ísland 1-4
Føroyar-Ísland 0-4
Sjáldan hevði eitt føroyskt landslið fyrireikað seg betur enn í 1982. Íslendski GÍ-venjarin, Bjørn Árnason, fór ógvuliga nærlagdur til verka. 24. apríl gjørdi FSF sáttmála við Bjørn Árnason um at stjórna føroyska landsliðnum í tveimum dystum móti landsmonnum hansara. Frammanundan hevði hann eisini dreingjalandsliðið um hendi. Í juli var landsliðið á venjingarlegu í Danmark í eina viku. Legan var á Vildbjerg Fritidscenter í døgunum frá 5.- til 11. juli. Vant varð fleiri ferðir um dagin og spældir vóru tveir dystir móti donskum divisjónsliðum. Í Føroyum vórðu eisini spældir fleiri venjingardystir. Landsliðið var javnan kallað saman til venjingar, og stutt fyri dystirnar móti Íslandi var landsliðið saman á venjingarlegu í Vágum.
TB-arnir útihýstir!
Ikki ein einasti spælari úr TB var á landsliðnum í 1982. Bjørn Árnason hevði annars sent boð eftir fimm TB-arum til ein venjingardyst á norðoyastevnu, men eingin møtti. Íslendski venjarin var ógvuliga firtin og koyrdi teir fimm TB-arnar av liðnum alt fyri eitt. - Respektleyst, kallaði hann atburðin hjá TB-spælarunum í viðtali við Sosialin. Sum skilst vóru TB-arnir komnir til Havnar, men fóru ongantíð til Klaksvíkar. Teir søgdu seg ikki hava fingið nágreinilig boð um dystin, uppihald, ferðing o.a. Nú fleiri landsliðsvenjingar ikki vóru á breddanum hjá kolldømdu TB-arunum, nýttu nakrir teirra høvið í summarfrítíðini til at fara til Spaniu at síggja dystir í heimsmeistarakappingini í fótbólti .
Ov fá mál
Mjørkin seyg seg niður yvir Gundadal hetta sunnukvøldið, so at tað nóg illa sást um allan vøllin. Føroyingar løgdu ógvuliga bragdliga fyri og mundu fingið mál longu í fyrsta álopinum. Hetta kom at vera eyðkent fyri føroyska spælið í fyrra hálvleiki; málmøguleikarnir vórðu ikki gagnnýttir. Bjørn Árnason hevði sent eitt framfýsið føroyskt lið við trimum framherjum - Suni Jacobsen, Jan Nielsen og Sámal á Vágalið - á vøllin. Og málmøguleikar trutu ikki.
Myndatekstur: Føroyska landsliðið í mjørkanum í Gundadali fyri dystin móti Íslandi í 1982. Aftast frá vinstru: Ábraham Hansen (NSÍ), Jóannes Jakobsen (HB), Ernst Dalsgarð (HB), Mikkjal Danielsen (MB), Suni Jacobsen (HB), Jan Nielsen (ÍF). Húkandi frá vinstru: Kristian Petersen (ÍF), Dánjal Jarnskor (GÍ), Sámal á Vágalið (MB), Heini Davidsen (SÍ) og John Jarnskor (GÍ).
Føroyar á odda
Lív kom í føroysku áskoðarafjøldina í ráðveðrinum í Gundadali, tá ið ÍF-framherjin, Jan Nielsen, um miðjan fyrra hálvleik legði Føroyar á odda 1-0. Hann prikaði bóltin í netið eftir gott føroyskt álop. Jan Nielsen var ein av trimum føroyingum, sum spældu fyrsta landsdystin hetta kvøldið - hinir vóru Dánjal Jarnskor og Heini Davidsen úr 2. deildarliðnum SÍ, sum óvæntað var tikin fram um allar málmenninar í 1. deild. SÍ hevði ikki færri enn tveir spælarar á landsliðnum henda dagin; hin var Suni Jacobsen, sum sørvingar høvdu lokkað úr HB vestur at royna seg sum leikandi venjara í 1982. Føroyingar varðveittu leiðsluna til beint fyri hálvleik, tá eydnaðist íslendingum at skora í einum av sínum fáu álopum í fyrra hálvleiki.
Myndatekstur: Jan Nielsen úr ÍF leggur Føroyar á odda 1-0, men føroyingar tapa kortini dystin 4-1.
Treystleikin á muni
Í seinna hálvleiki sást munur á liðunum. Nú formáddu føroyingar sær minni, meðan íslendingar ernaðust. Teir vunnu sær sum frá leið tamarhald á spælinum, men vóru kortini ikki so málsøknir, sum úrslitið kundi bent á. Heldur gagnnýttu teir sínar møguleikar betur enn føroyingar gjørdu í fyrra hálvleiki.
Føroyingar royndu at stríðast, men tóktust ikki vera mentir at leggja íslendingar undir sama trýst sum í fyrra hálvleiki. Tað góða, málsøkna spælið, sum føroyska liðið vísti í fyrra hálvleiki, fánaði eisini so líðandi burtur í einki, sum dystinum leið. Áskoðararnir fóru vónsviknir til húsa!
Høvdu betur uppiborið
Íslendski venjarin hjá føroyingum, Bjørn Árnason, var fáorðaður eftir dystin. - Eg haldi, at føroyingar spældu væl. Vit áttu allan fyrra hálvleik, men fingu alt ov lítið burturúr okkara góðu málmøguleikum. Afturímóti vóru íslendingar stinnari í seinna hálvleiki, men 1-4 er misvísandi úrslit - vit høvdu betur uppiborið, segði Bjørn Árnason við Sosialin eftir dystin.
Eingin bati
Dystirnir báðir móti Íslandi vórðu spældir dag um dag. Í tí seinna dystinum, sum var spældur í Sarpugerði í Gøtu, gekst heldur verri enn kvøldið fyri. Nú varð úrslitið 4-0. Nakrar broytingar vóru gjørdar á føroyska liðnum. Ernst Dalsgarð var vorðin sjúkur, og Mikkjal Danielsen fekk ikki spælt fyri skaða, sum hann fekk í fyrra dystinum. Nýggir á vølli frá byrjan vóru Eyðun Dal-Christiansen, Elias Mikkelsen, Meinhard Dalbúð og Aksel Højgaard. Íslendingar søktu at frá fyrsta bríksli og løgdu seg á odda tíðliga í dystinum. Eftir tað fótaði føroyska liðið sær aftur, og kundi javnað til 1-1 um miðjan fyrra hálvleik, tá ið bríkslað varð fyri brotssparki til Føroyar, men Jóannes Jakobsen skeyt uppum. Í seinna hálvleiki vóru íslendingar aftur við yvirlutan og fingu eins og í fyrra dystinum trý mál aftrat. Hesin dysturin gjørdist eins og tann fyrri eitt satt vónbrot. Kristian Petersen var ein av føroysku glottunum hetta kvøldið, tí liðskiparin gekk undan sum gott fyridømi á føroyska liðnum.
1984 - leingi er tað, ið væl skal vera!
Føroyar - Ísland 0 - 0
So sluppu vit loksins úr óndu ringrásini. Eftir fimtan tap á rað, bragdaði endiliga í sekstanda landsdystinum móti Íslandi. Einki mál kom í Gundadali, men spenningurin var øgiligur, so hvørt sum niðurteljingin til okkara fyrsta, heilt góða úrslit móti Íslandi nærkaðist í hvørjum.
Myndatekstur: Føroyska landsliðið 1984, sum fekk higartil einasta javnleikin á heimavølli móti Íslandi. Eingir áskoðarar síggjast eystanfyri vøllin. Føroysku spælararnir f.v.: Jóannes Jakobsen (HB), Per Strøm (TB), Kári Reynheim (HB), Julian Hansen (HB), Kristian Petersen (ÍF), Henrik Thomsen (TB), Torkil Nielsen (SÍF), Hans Leo í Bartalsstovu (Víkingur/Reykjavík), Jákup "Bigge" Mikkelsen (KÍ), Beinur Poulsen (KÍ), Ingolf Petersen (B68), Vilmund Michelsen (Royn), Heini Joensen (HB), Aksel Højgaard (B68), Absalon Østerø (KÍ), Mikkjal Mikkelsen (HB).
Útnorðurkapping
Dysturin var tann fyrsti í serstakari trílandakapping millum Føroyar, Ísland og Grønland í Føroyum henda august mánaðin. Hetta var onnur kappingin av hesum slagi; fyrsta royndin var í Íslandi í 1980. Hóast allar grundir vóru til at frøast um javnleikin, so dylist tað kortini ikki, at íslendingar høvdu ikki allar sínar bestu spælarar við í kappingini. Íslendska manningin mundi heldur vera ein blendingur av einum B- og unglingalandsliði. Eingin av íslendsku yrkisspælarunum vóru við í Føroyum. Tá ið Ísland ein mánað eftir trílandakappingina í Føroyum vann 1-0 á Wales í HM-undankappingardysti í Reykjavík, slapp eingin av teimum, sum høvdu spælt í Føroyum, upp í part. Í staðin sóust yrkisleikarar sum Ásgeir Sigurvinsson, Atli Eðvaldsson og Pétur Pétursson saman við átta heimaspælarum vinna á walisisku manningini við Neville Southall, Kevin Ratcliffe, Ian Rush og Mark Hughes á Laugardalsvøllinum.
Men ein A-landsdystur var tað í Gundadali - eisini fyri Ísland. Millum nýggju íslendsku spælararnar í Føroyum, sást ein blaðungur Guðni Bergsson, ið seinni gjørdist yrkisleikari í eitt nú Tottenham. Hann spældi sín fyrsta av í alt 80 landsdystum móti Føroyum í Gundadali í 1984. Føroyar høvdu í sínum lagi eisini nógvar nýggjar spælarar á liðnum. Seks av føroyingunum høvdu ongan landsdyst spælt - tríggir byrjaðu inni.
Nýggir spælarar
Jógvan Norðbúð varð settur at stjórna føroyska landsliðnum í trílandakappingini í 1984. Hann fór til verka tíðliga í mei. Tá varð ein bruttohópur tikin út. Venjingarlegur vóru eisini á skránni. Sum fráleið gjørdist greitt, at átta spælarar noyddust at geva avboð til kappingina, tí skaðar og aðrir meinbogar tarnaðu. Talan var um fleiri týðandi spælarar, ið ikki fingu verið við. Tað bar í sær, at aðrir sluppu at royna seg. Nýggjur vinstri bakkur fyri Poul Sundskarð gjørdist Heini Joensen, sum hevði verið fastur maður hjá HB hetta summarið, men gavst at spæla, tá ið hann seinni hetta árið fór burtur í lestrarørindum.
Fyri Ábraham Hansen fekk Abaslon Østerø úr KÍ møguleikan á miðjuni saman við Hans Leo í Bartalsstovu, sum um hetta mundið spældi við Víkingi í Íslandi. Og ein spælari úr 2. deildarliðnum Royn í Hvalba sást á fyrsta sinni á vølli á føroyska landsliðnum í hesum dysti. Tað var tann málsøkni Vilmund Michelsen, sum hevði fingið plássið í álopinum saman við bygdarmanninum Henrik Thomsen.
Á beinkinum sótu fýra mans, ið eisini høvdu sín fyrsta dyst á A-landsliðnum til góðar; Jákup Mikkelsen úr KÍ, Ingolf Petersen úr B68, Mikkjal Mikkelsen úr HB og Torkil Nielsen úr SÍF.
Myndatekstur: Føroyskir spælarar fegnast eftir 0-0 javnleikin í 1984. Vinstrumegin Kári Reynheim, Jóannes Jakobsen, Absalon Østerø og Kristian Petersen.
Dimmalætting:
Tað sást beinanvegin, at íslendingar vóru betri fótbóltsspælarar. Avleveringarnar vóru betri og beinari. Teir byrjaðu við tryggum spæli, høvdu alt spælið á miðjuni, men í álopinum fingu teir einki burturúr móti sera vælleikandi føroysku verjuni.
Føroyingar høvdu kortini bestu málmøguleikarnar í fyrra hálvleiki. Tá eitt korter var farið, var Henrik Thomsen nær við at fáa mál eftir eina avlevering frá Beini Poulsen úr vinstru síðu. Móti endanum av fyrra hálvleiki høvdu føroyingar fríspark beint uttanfyri brotsteigin. Jóannes Jakobsen skeyt, og íslendski málmaðurin mátti blaka seg í fulla longd at bjarga.
Útskiftingar í seinna hálvleiki skaptu størri bit í føroyska álopið. Vit fingu tveir heilt stórar málmøguleikar, men eydnan var ikki við okkum. Móti endanum á dystinum kom gongd aftur á íslendska spælið, og tvær ferðir mundu teir fingið mál. T.d bjargaði Jóannes Jakobsen á mállinjuni.
Um føroyska spælið er at siga, at verjan var stak góð. Nógv tann besti leikarin á vøllinum var liðskiparin Jóannes Jakobsen, sum spældi ein branddyst. Hann fekk eisini góða hjálp frá Kristiani Petersen og Heina Joensen. Per Strøm var eisini góður í málinum, og tók nærum allar teir høgu bóltarnar, sum komu inn í brotsteigin. Frammi vóru tað Vilmund Michelsen, Beinir Poulsen og Ingolf Petersen, sum stóðu seg best.
1990 - besti dysturin
Føroyar - Ísland 2 - 3
Hetta var fyrsti dysturin móti íslendingum í Føroyum eftir at Føroyar varð vorðin limur í FIFA í 1988, og bara ein mánað fyri sjálvan elddópin í Landskrona. Íslendingar sannaðu, at føroyska liðið var nógv framfarið. Tað gjørdist ein ferðmikil og undirhaldandi dystur móti einum góðum íslendskum liði við Arnóri Guðjónssyni úr Anderlecht og Petur Ormslev, sum hevði spælt í Fortuna Dusseldorf í fleiri ár, á odda.
5.300 áskoðarar sóu Kurt Mørkøre leggja Føroyar á odda í fyrra hálvleiki, men tvørrandi altjóða royndir bóru í sær, at íslendingar í so bíligt vunnu seg framum 2-1. Men um miðjan seinna hálvleik svaraðu føroyingar aftur. Gott álop endaði við, at Jan Dam varð feldur í íslendska brotsteiginum. Jan tók sjálvur brotssparkið, og setti bóltin trygt í netið til 2-2.
Soleiðis kundi dysturin verið endaður, men í evstu løtu dømdi víðgitni danski HM-dómarin Peter Mikkelsen eitt ógvuliga umstrítt brotsspark til Ísland. Hann vildi vera við, at Mikkjal Danielsen hevði hildið Arnóri Guðjónssyni óregluliga í føroyska brotsteiginum eftir hornaspark, men eingin annar enn dómarin hevði sæð misbrotið. Arnór setti brotssparkið ósvikaliga trygt í netið til 3-2 til Ísland.
Video: Gundadalur, august 1990. Fyrsti dystur í Føroyum móti Íslandi sum nýggjur FIFA-limur - ein mánað fyri elddópin í Landskrona. Dysturin var bæði spennandi og undirhaldandi. Fyrsti heimadystur móti Íslandi, sum ikki var spældur á grúsi. Sí bestubitar úr dystinum.
1999 - reytt kort og brent brotsspark
Føroyar - Ísland 0 - 1
Ein snópislig kensla.
Bjartskygni ráddi fyri dystin. Nú skal tað vera, tóktist niðurlagið vera. Føroyska landsliðið hevði fyrr um summarið spælt 1-1 móti Skotlandi og 2-2 móti Bosnia-Herzegovina, so sjálvsálitinum bilaði einki. Við Toda Jónsson á odda varð herjað á. Tað kom tí dátt við, at íslendingar løgdu seg á odda longu í triðja minutti. Føroyingar fullu kortini ikki í fátt, men bitu saman tenn og drivu á. Stutt fyri hálvleik leyp John Petersen framav. Rúnar Kristinsson fekk øði í hann, men átti sjálvur uppiborið reytt kort, sum føroyingurin í staðin einsamallur fekk - hin slapp við gulum korti.
Tað sást kortini ikki, at føroyingar spældu við tíggju monnum móti ellivu í seinna hálvleiki. Todi Jónsson varð feldur í íslendska brotsteiginum, men Allan Mørkøre brendi brotssparkið móti liðfelagnum í ÍBV, Birkir Kristinsson, sum Jan Dam setti brotsspark í netið hjá í dystinum í 1990. Føroyski venjarin, Allan Simonsen, helt aftaná, at úrslitið var misvísandi, tí føroyska liðið spældi væl - og spældi betri enn Ísland, segði hann.
Video: Føroyska landsliðið stóð seg væl í 1999. Føroyingar vóru tí heldur enn ikki vónsviknir um, at Ísland vann 1-0. Hetta er seinasti vinardystur landanna millum í Føroyum. Sí bestubitar.
2003 - minni munur
Føroyar - Ísland 1 - 2
At tað hesaferð var talan um ein týðandi dyst í altjóða kapping og ikki ein vinardystur sum fyrr, sást beinanvegin, tá íslendska liðið var kunngjørt. Hevði tað hini árini verið soleiðis, at bróðirparturin av spælarunum vóru úr íslendsku deildini, so var bara ein heimaspælari millum teir ellivu, sum venjarin og fyrrverandi íslendski stórleikarin, Ásgeir Sigurvinsson, mannaði seg við til EM-dystin móti Føroyum.
Ein av teimum var stjørnuspælarin, Eiður Guðjónsson, úr Chelsea, og hann legði Ísland á odda tíðliga í dystinum. Tann støðan helt sær út í miðjan seinna hálvleik. Í øllum regninum á Tórsvølli kom róp í, tá Rógvi Jacobsen javnaði til 1-1. Men aftur var dýrdin stokkut, tí løtu seinni tók Ísland leiðsluna á øðrum sinni. Hesaferð hildu teir fast, og enn einaferð høvdu vit tapt fyri frændum okkara fyri vestan.
Video: Einasti heimadystur í altjóða kapping móti Íslandi var spældur í EM-undankappingini í august 2003. Íslendingar komu við øllum sínum bestu spælarum, men føroyingar góvu teimum ein skarpan gang. Sí bestubitar.