Kanna nú keypstilboð upp á Magn

Kanna nú keypstilboð upp á Magn
Felagsskapurin Veðurlagslóg Nú! hevur boðið eina krónu fyri felagið
Freistin at bjóða upp á Magn var í gjár
 
10.06.2021 - 08:36

Nú fer íslendska oljufelagið Skeljungur saman við ráðgevarum sínum at kanna tilboðini, sum komu upp á Magn, sum Skeljungur eigur.

Ikki er greitt enn, um Magn verður selt. Tað veldst millum annað um, hvørjar treytir eru í tilboðunum. 

Freistin at bjóða upp á oljufelagið Magn varð longd nakrar dagar til 9.juni eftir áheitan frá teimum, sum ætla at bjóða, og tí at áhugin at bjóða er stórur. 

13.apríl boðaði Skeljungur frá, at áhugi er fyri at keypa Magn.

Skeljungur kunngjørdi longu 24.mars, at ætlanin var at selja Magn.

Ein króna

Partaeigararnir í Magn gera av, um felagið verður selt.

Tilboðini, sum komu, eru óbindandi.

Men nú veit Skeljungur, hvat partafelagið Magn er vert.

Felagsskapurin Veðurlagslóg Nú! hevur boðið sær til at keypa Magn fyri eina krónu, tí felagið er ikki meira vert enn tað, sigur Veðurlagslóg Nú!


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860