5.000 sjúkrarøktarfrøðingar fara í verkfall

5.000 sjúkrarøktarfrøðingar fara í verkfall
Forkvinnan í danska sjúkrarøktarfrøðingafelagnum mælti limum sínum til at atkvøða fyri nýggja sáttmálanum
Grete Christensen er forkvinna í danska sjúkrarøktarfrøðingafelagnum
 
14.06.2021 - 15:37

5.000 sjúkrarøktarfrøðingar í Danmark fara í verkfall leygardagin.

Tað er greitt, eftir at ein meiriluti av limunum í danska sjúkrarøktarfrøðingafelagnum hevur felt eitt uppskot um nýggjan sáttmála.

Úrslitið av frumatkvøðugreiðsluni var, at 64,5 prosent atkvøddu nei, og 34,5 prosent tóku undir við nýggja sáttmálanum. 

Umleið 75 prosent atkvøddu, og tað er met.

Leggur ikki frá sær

Forkvinnan í danska sjúkrarøktarfrøðingafelagnum, Grete Christensen, mælti til limum sínum til at atkvøða fyri. Men hon vísir aftur, at úrslitið av frumatkvøðuni hevur við sær, at hon fer at leggja frá sær.

Grete Christensen sigur, at skal trupulleikin loysast, noyðast sjúkrarøktarfrøðingarnir at fáa lønarhækking.

- Nú er neyðugt at seta hart móti hørðum. Arbeiðsgevarar og politikarar noyðast at finna meiri pening, so sjúkrarøktarfrøðingarnir fáa lønarhækking og betri arbeiðsviðurskifti. Teir hava eina stóra uppgávu at loysa, sigur Grete Christensen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426