Landskassin rindar lán aftur - nú er skuldin fýra millardir

Landskassin rindar lán aftur - nú er skuldin fýra millardir
Í fyrstu atløgu er lánið goldið aftur við gjaldførinum hjá landskassanum, sum nú er komið niður á 13 prosent av BTÚ
Nú Landsbankin hevur goldið lán aftur, er gjaldførið hjá landskassanum komið niður í 13 prosent av BTÚ, ella 2,9 milliardir kr.
 
22.06.2021 - 10:04

Landskassin hevur goldið eitt lánsbrævalán aftur, og samstundis minkar skuldin hjá landskassanum úr 5,3 milliardum niður í fýra milliardir kr.

Lánið, sum nú er goldið aftur, er eina millard og 350 milliónir kr.

Landskassin tók fyri einum ári síðani 1,6 milliardir kr í láni, sum skuldi brúkast at fíggja eitt væntað hall á fíggjarlógini í fjør upp á eina góða milliard og eitt væntað hall upp á eina hálva milliard í ár sum avleiðing av Covid-19.

Gongdin nógv betri enn mett

Búskaparliga gongdin hevur víst seg at vera nógv betri enn mett.

Hallið á fíggjarlógini í fjør var 298 milliónir kr., og hallið á fíggjarlógin í ár verður mett til 355 milliónir kr.

Av tí at búskaparliga gongdin í fjør og í ár hevur verið betri enn væntað, er peningur tøkur at gjalda skuld.

Landsbankin sigur, at í fyrstu atløgu verður alt lánið goldið niður við gjaldførinum hjá landskassanum. Tað hevur við sær, at gjaldførið fer niður um tey kravdu 15 prosentini av bruttotjóðarúrtøkuni, sum svarar til 3,3 milliardir kr. Gjaldførið fer nú niður í 13 prosent, ella 2,9 milliardir kr.

Heimild í lógini

Men heimild er fyri hesum í lógini um landsbankan, tí víkjast kann frá kravinum um 15 prosent, tá landskassalán verður goldið aftur ella endurfíggjað.

Eftir summarfrítíðina verður støða tikin til, um gjaldførið skal fáast uppaftur á 15 prosent av BTÚ, við at taka lán í heyst, ella tá næsta lánið fellur til gjaldingar í juni í 2022. 

Enn er ógreitt, hvussu verður við koronufarsóttini, og tað atlitið kann gera tað skilagott at taka lánið longu í heyst, heldur enn at bíða til juni næsta ár, sigur Landsbankin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129