Skrokkurin ikki sjósettur enn

Skrokkurin ikki sjósettur enn
Eftir ætlan skal nýggja skipið latast eigarunum í januar, og byggikostnaðurin verður umleið 300 milliónir kr.
Nýggi Christian í Grótinum verður væntandi sjósettur í morgin ella hósdagin
Mynd: Norðlýsið  
 
22.06.2021 - 12:20

Skrokkurin til nýggja uppsjóvarskipið hjá Christiani í Grótinum, sum er smíðaður í Gdynia í Póllandi, er ikki sjósettur enn. Eftir ætlan skuldi tað vera sunnudagin.

Okkurt gjørdi, at tað ikki bar til at flota skipið, sigur Bogi Rasmussen frá reiðarínum. Skipið verður sjósett í morgin ella hósdagin, sigur hann.

Tá skrokkurin er flotaður, verður hann sleipaður úr Póllandi til Skagen, har skipið verður gjørt liðugt.

M/S Christian í Grótinum, verður slakar 90 metrar langur og 17 metrar breiður, og fer at taka góð 3.000 tons av uppsjóvarfiski.

Eftir ætlan skal nýggja skipið latast eigarunum í januar. Byggikostnaðurin verður umleið 300 milliónir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053