Dolberg sparkaði Danmark í fjórðingsfinaluna

Dolberg sparkaði Danmark í fjórðingsfinaluna
Danska fótbóltslandsliðið hevur spælt seg í fjórðingsfinaluna við einum knúsandi 4-0 sigri á Wales. Stóri spælarin var Kasper Dolberg, sum skoraði tvey mál
dr.dk
 
26.06.2021 - 18:45

 

Kasper Dolberg gjørdi dagsins maður hjá Danmark, tá hann skoraði tvey mál, tá Danmark spældi seg sannførandi í fjórðingsfinaluna í EM.

Serliga fyrra málið í 27. minutti var sera vakurt, tá Dolberg smekkaði bóltin í málið úr 18 metrum, tá hann fekk bóltin frá Mikkel Damsgaard.

Seinna málið var ein gáva frá sera skinkluttu verjuni hjá Wales, og Neco Williams, sum annars spælir við Liverpool, sparkaði bóltin beint til Dolberg, tá hann ætlaði at sparka bóltin úr brotsteiginum. 

Dysturin var fyrstu dyrsturin, sum Kasper Dolberg byrjaði inni fyri Danmark við EM, og tað vísti seg at vera ein sera gløgg avgerð hjá danska venjaranum, Kasper Hjulmand. Yussuf Poulsen hevði fingið ein skaða, og valið fall á Dolberg at avloys hann sum fremsti maður hjá Danmark.

Onkursvegna sást tað á Dolberg, at hann kendi seg heima á Johan Cruyff leikvølinum í Amsterdam, tí hann spældi við Ajax Amsterdam í trý ár, áðrenn hann varð seldur til franska felagið Nice. 

Danmark spældi serliga væl í fyrra hálvleiki, eftir at Wales byrjaði best.  Kapser Hjulmand broytti spælskipanina frá 3-4-3 til 4-3-3, og so setti Danmark seg á dystin.

Seinni hálvleikur varð merktur av, at Danmark beinavegin legði seg á odda 2-0. Og so noyddist danski venjarin at brúka allar fimm útskiftingarnar, tá Simon Kjær sá út til at fáa ein skaða í lærið. Mongu útskiftingarnar ávirkaðu danska spæli, men móti endanum skuldi Wales fram á vøll at jakstra mál, og tað gav Danmark tvey mál upp á mótálop.

Fyrst var tað nýggja stjørnan á danska landsliðnum, Joakim Mæhle, sum eisini dugdu at skjóta mál, hóast hann varð fluttur yvir á høgra vongbakk. Fjórða málið skoraði Barcelona áleyparin Martin Braithwaite, tá hann varð spældur fríur av Andreas Cornelius. 

Nú skal Danmark til Baku í Aserbadjan at spæla fjórðingsfinaluna móti antin Hollandi ella Kekkia. 

Góður hýrur á donsku leikarunum. 

Tað er fyrstu ferð í 23 ár, at Danmark spælir seg víðari til eina fjórðingsfinalu. 

 

EM-áttandapartsfinalurnar 

Leygardagin 26. juni
1: Wales - Danmark 0-4 
2: Italia - Eysturíki 2-1

Sunnudagin 27. juni
3: Holland - Kekkia (17:00, Budapest)
4: Belgia - Portugal (20:00, Sevilla)

Mánadagin 28. juni
5: Kroatia - Spaina (17:00, Keypmannahavn)
6: Frakland - Sveis (20:00, Bukarest)

Týsdagin 29. juni
7: Ongland - Týskland (17:00, London)
8: Svøríki - Ukraina (20:00, Glasgow)

 

Vegurin til finaluna:

 Áttandanpartsfinalur 

 Fjórðingsfinalur   Hálvfinala   Finalan   Hálvfinala   Fjórðingsfinalur   Áttandapartsfinalur 

 Svøríki - Ukraina

           Belgia - Portugal

 Ongland - Týskland

 Italia - Eysturríki 2-1

Chiesa (95.), Pessina (105. +1)

Kalajdzic (114)

 Holland - Kekkia

 Danmark    Frakland - Sveis

 Wales - Danmark 0-4  

 Dolberg (27., 48.)   Mæhle (88.)   Braithwaite (90+4)

 Kroatia - Spania
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400