Gulu læknahúsini skulu hýsa umsitingini hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi

Gulu læknahúsini skulu hýsa umsitingini hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi
Ætlanin er, at umsitingin hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi flytur í gula læknahúsið, tá tað er dagført. Tað sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum
Gula læknahúsið, sum sæst niðri í høgra horni á myndini, skal húsa umsitingini í Klaksvíkar sjúkrahúsi
Mynd: Sjúkrahúsverkið  
 
28.06.2021 - 11:24

Gomlu læknahúsini í Klaksvík, Gulu hús, vórðu bygd í 1923. Landið eigur tey.

Nú tey verða dagførd, verða har 10 skrivstovupláss, fundarhøli, viðtaluhøli, arbeiðsklivar og skjalasavn.  

Ætlanin er, at umsitingin hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi flytur í gula læknahúsið, tá tað er dagført.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningi frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu.

 

Seks milliónir til dagføring

Í fíggjarlógini í ár eru seks milliónir krónur játtaðar til læknahúsini.

Næsta ár eru fimm milliónir ætlaðar og 10 milliónir í 2023.

Ætlanin er at leggja uppskot um verklagslóg fyri løgtingið í heyst, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Har fer at standa, hvussu nógv er ætlanin at brúka til Gulu húsini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101