Metnógvir tilburðir í Suðurafrika

Metnógvir tilburðir í Suðurafrika
24.000 nýggir tilburðir staðfestir upp á eitt samdøgur
 
03.07.2021 - 16:01

Meir enn 24.000 nýggir smittutilburðir av koronu vórðu staðfestir í Suðurafrika í gjár.

Hetta er tað mesta, sum hevur verið eftir einum degi í Suðurafrika.

Korona-farsóttin leggur stórt trýst á sjúkrahúsini í landinum, ikki minst í Johannesburg, har tað ikki eru nóg nógvar sengur til tey illa sjúku.

Ein uppgerð hjá Johns Hopkins University sigur, at Suðurafrika hevur staðfest umleið tvær milliónir smittutilburðir og 61.332 andlát, sum hava samband við koronu, síðani farsóttin byrjaði at gera um seg.

Tað búgva umleið 60 milliónir fólk í Suðurafrika. Av hesum eru 3,3 milliónir koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558