91 prosent av orkunýtsluni í fjør var svørt

91 prosent av orkunýtsluni í fjør var svørt
Føroyingar brúktu 3.819 gigawatttímar av orku í fjør, og 91 prosent av hesari orku kom frá olju
Mynd: Savnsmynd  
 
21.07.2021 - 09:51

Yvir 300.000 tons av olju vórðu brúkt til at gera orku í fjør, upplýsir Umhvørvisstovan.

Orkunýtslan í Føroyum í fjør var 3.819 gigawattttímar, 5,2 prosent meira enn í 2019.

Olja varð brúkt til at gera 91 prosent av hesum tímunum.  

Oljunýtslan á sjónum var 137.703 tons, og oljunýtslan á landi var 163.269 tons. 

Úr vatni og vindi fingust 156,1 gigawatttími í fjør.

Føroyar innfluttu brennievni fyri 934,5 mió. kr. í fjør, fyri 25,3 prosent minni enn í 2019, tá brennievni vóru innflutt fyri eina milliard og 251,1 millión krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375