10 ár síðani Utøya

10 ár síðani Utøya
Í dag eru 10 ár liðin síðani yvirgangsálopið í Oslo og Utøya, tá 77 fólk vórðu dripin
Minnisvarðin á Utøya fyri teimum 69, ið vórðu dripin í yvirgangsatsóknini 22. juli 2011. Tey flestu vóru børn og ung
Mynd: auf.no  
 
22.07.2021 - 07:42

Í dag fara kirkjuklokkurnar um alt Noreg at sláa 77 sløg til minnist um tey 77 fólkini, sum fyri tíggju árum síðani lótu lív í stórsta yvirgangsálopinum í Noregi síðani seinna heimsbardaga.

Tað var seinnapartin fríggjadagin tann 22. juli í 2011 beint fyri klokkan hálvgum fýra, at tann høgravíðgongdi Anders Behring Breivik fyrst sprongdi ein vørubil í luftina uttan fyri stjórnarbygningarnar í Olso.

Skaðin var stórur. Átta fólk lótu lív á staðnum, og 10 fólk vórðu innløgd á sjúkrahús álvarsliga løstað, og 30 onnur fingu skaða.

 

Skeyt frá hond á Utøya

Tveir tímar seinni var sami maður farin at skjóta frá hond á lítlu oynni Utøya, har ungmannafelagsskapurin hjá norska arbeiðaraflokkinum helt árligu summarleguna.

Breivik hevði latið seg í sum løgreglumann og segði seg vera komnan at standa fyri trygdini eftir bumbuálopið í Oslo.

Skjótt eftir, at hann var komin í land, fór hann undir væl tilrættislagdu ætlan sína, um at drepa frá hond. Hann drap 69 fólk á Utøya og særdi fleiri enn 30.

Breivik varð seinni dømdur 21 ár í varðhald fyri brotsgerðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527