Varðhaldsfongslingin longd eina viku

Varðhaldsfongslingin longd eina viku
Ein 45 ára gamal maður er skuldsettur fyri at hava brúkt knív. Maðurin situr ein annan dóm fyri harðskap
Maðurin, sum er 45 ár, fekk fýra vikur í varðhaldi 24.juni, men nú er varðhaldsfongslingin longd eina viku
 
26.07.2021 - 09:25

Varðhaldsfongslingin hjá einum manni, sum er skuldsettur fyri at brúka knív 23.juni, er longd eina viku.

Maðurin, sum er 45 ár, fekk fýra vikur í varðhaldi 24.juni.

Tað er ikki tí, at málið er liðugt og klárt at fara í rættin, at varðhaldið bara er longt eina viku.

Maðurin situr ein annan dóm, sum hann fekk fyri grovan harðskap móti unnustu síni. Hann fekk í Føroya rætti eitt árs treytaleysa fongsulsrevsing. 

Og tann dómurin varð staðfestur í Landsrættinum fyri einum mánað síðani.

Maðurin er í varðhaldi, tí hann er skuldsettur fyri at stinga ein mann í armin við dolki 23.juni. 

Maðurin noktar seg sekan í at hava stungið við vilja. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098