- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðsluóhapp í Havn

Um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldi hendi eitt ferðsluóhapp á vegamótinum við Kirkjubøarvegin og Marknagilsvegin. Eitt fólk var í bilinum, og viðkomandi sær út til at ongan skaða hava fingið, hóast tað kundi gingið heilt galið, sigur vakthavandi á politistøðini.
Helst hevur óhappið sæð ógvusligt út, tí bæði løgregla, sløkkilið við klippiútgerð, og sjúkrabilar vórðu sendir á staðið.
Óhappið hendi, tá bilurin koyrdi heimeftir móti býnum av Norðastahorni. Tá hann kom til vegamótið við Marknagilsvegin, har tað er treytaleys víkiskylda, koyrdi bilurin beint tvørturum vegin, tvørturum gongubreytina, og endaði niðri í einum túni í Lambagerði. Bilurin lendi fyrst á takinum og endaði við at liggja á síðuni.
Vakthavandi sigur, at tað kundi verið heilt galið, um aðrir bilar eisini vóru á vegnum, ella um okkurt fólk gekk á gongubreytini.



























