Tørvur á 400.000 útlendingum um árið at arbeiða í Týsklandi

Tørvur á 400.000 útlendingum um árið at arbeiða í Týsklandi
Spurningurin er at tetta hol, og talan er um fólk í øllum stættum, sigur stjórin fyri týska arbeiðsmarknaðin
Vantandi arbeiðsmegi verður ein stór avbjóðing hjá nýggju stjórnini í Týsklandi.
 
25.08.2021 - 10:08

Týskland hevur tørv á 400.000 fólkum úr øðrum londum á hvørjum ári fyri at hava nóg mikið av fólki at manna ymsu størvini í landinum.

Tað sigur stjórin fyri týska arbeiðsmarknaðin, Detlef Scheele, við Su:ddeutsche Zeitung.

- Fyri meg er ikki talan um at broyta mannagongdirnar við innflytarum, men fyri at tetta holini, sum eru í vantandi arbeiðsmegi, og talan er um fólk í øllum stættum, sigur hann við blaðið.

- Ein og hvør kann siga seg at vera ímóti at loyva fremmandum at koma til landið, men veruleikin er, at Týskland hevur ikki nóg mikið av fólki í arbeiðsførum aldri, og tí er neyðugt at lata fólk úr øðrum londum sleppa framat.

150.000 færri á arbeiðsmarknaðinum 

Hann vísir á, at sum gongdin er, verða 150.000 færri fólk á týska arbeiðsmarknaðinum longu um eitt ár, og tann gongdin fer at standa við og versna.

Hann sigur einastu loysnina vera at umskúla fólk, sum missa arbeiðið av tøkniligu menningini, og at lata kvinnur, sum arbeiða styttri tíð, ímóti sínum vilja, um at arbeiða longri dagar. Og so er neyðugt at lata fólk úr øðrum londum sleppa framat, sigur hann.

Detlef Scheele var tinglimur fyri týska flokkin, SPD, áðrenn hann tók við starvinum, sum hann nú hevur, og hansara meting er, at vantandi arbeiðsmegi verður størsta avbjóðingin hjá stjórnini, sum tekur við eftir valið til samveldistingið í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846