Norðoya Sparikassi 10,4 mió. kr. í avlopi fyrra hálvár

Norðoya Sparikassi 10,4 mió. kr. í avlopi fyrra hálvár
Marner Mortensen, stjóri, er nøgdur við úrslitið
 
27.08.2021 - 15:20

Avlopið eftir skatt hjá Norðoya Sparikassa fyrra hálvár 2021 var 10,4 mió. kr. sammett við 6 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020.

Verður sæð burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, hevði sparikassin eitt avlop av vanligum rakstri upp á 10,6 mió. kr. fyrra hálvár samanborið við níggju mió. kr. sama tíðarskeið í fjør

Útlánini hjá sparikassanum vuksu eitt prosent, og innlánini minkaðu 0,6 prosent.

- Gongdin fyrra hálvár hevur sum heild verið í samsvari við metingar Sparikassans, og samanumtikið eru vit nøgd við gongdina, sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112