Kvett framt í Guinea

Kvett framt í Guinea
Alpha Condé, forseti, er koyrdur frá
Alpha Condé, forseti í Guinea, er koyrdur frá, men hernaðarjuntan sigur, at hann hevur tað gott.
 
06.09.2021 - 10:11

Servandir hermenn í herinum í Guinea tóku eftir øllum at døma valdið í landinum í gjárkvøldið, og koyrdu Alpha Condé, forseta frá.

Tað skrivar Reuters sambært Ritzau.

USA hevur longu fordømt tað, sum hendi í høvuðstaðnum í Guinea, Conakry, í gjár, sigur amerikanska uttanríkisráðið.

Eisini aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres, hevur gjørt viðmerkingar til tað, sum fer fram í Guinea.

- Tað er ikki í lagi, at vápn verða nýtt til at taka valdið í einum landi, sigur aðalskrivarin, og hann krevur, at forsetin alt fyri eitt verður latin leysur.

Hernaðarjuntan, sum eftir øllum at døma hevur tikið valdið, sigur, at forsetin, Alpha Condé hevur tað gott.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290