Ákærdur fyri samlegu við sína egnu dóttur

Ákærdur fyri samlegu við sína egnu dóttur
Rætturin viðger málið í hesum døgum
Føroya rættur viðger í hesum døgum eitt mál um blygdanarskemd, samlegu og barnaporno.
 
07.09.2021 - 10:16

11 revsilógarbrot og eitt brot á kunngerðina um rúsevni eru í ákæruritinum móti einum manni, sum í hesum døgum er í Føroya rætti.

Maðurin er ákærdur fyri blygdanarskemd, fyri samlegu og annað kynsligt samband enn samlegu við sína egnu dóttur, sum var yngri enn 12 ár, hon er fødd í 2017. 

Í ákæruritinum er tíðarskeiðið, hetta skal vera hent, frá 31.mai 2018 til 21.august 2020.

Ákærur eru eisini um av órøttum at hava tikið myndir, fyri at hava barnaporno og fyri at hava 21,56 gramm av hashi. 

Umframt egnu dóttur sína, er maðurin ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á bróðurdóttur ella systurdóttur sína, sum er fødd í 2009, tað skal vera hent í 2019 og 2020.

Myndir og filmar

Í sambandi við barnaporno, sigur ákæruritið, at talan er um 122 myndir og 174 filmsbrot.

Maðurin játtar seg sekan í onkrum ákærum, men noktar seg sekan í grovu ákærunum.

Hann hevur verið í varðhaldi í skjótt 11 mánaðir.

Maðurin varð tikin 12.oktober í fjør, tá hann kom til Havnar við Norrønu. Hann varð tikin, tí hann royndi at smugla hash.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211