Hátíðarhalda 73 ár við kommunismu

Hátíðarhalda 73 ár við kommunismu
Norðurkorea skipaði fyri stórari hernaðarskrúðgongu í samband við dagin
Kim Jong-un, ovast leiðarin í Norðurkorea
 
09.09.2021 - 11:10

Hátíðarhald hevur verið í Norðurkorea í samband við, at tað eru 73 ár síðan, at kommunisman fekk valdið í landinum.

Tað er millum annað blivið hátíðarhildið við eini stórari hernaðarskrúðgongu.

Myndir frá almennum tíðindastovum í landinum vísa hermenn, sum eru klæddir í smittuverndarklæði og gassmaskir.

Eitt tíðindafólk hjá BBC sigur, at hetta kann vera tekin um, at Norðurkorea er í gongd við at skipa eina serdeild at forða fyri Covid19-smittu.

Eingin skrásettur tilburður
Kim Jong-un, ovasti leiðari í landinum, sást í mannamongdini, har hann hálsfevndi nøkur børn.

Sambært WHO hevur Norðurkorea framvegis ikki skrásett nøkur fólk í landinum við koronasmittu. 

Tó hevur farsóttin gjørt, at landið er komið í fíggjarligar trupulleikar. Tað kemst millum annað av, at handilin við Kina er mest sum uppsteðgaður. Norðurkorea er fíggjarliga tætt knýtt at samhandli við Kina, skrivar BBC.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581