Trý lond gera verjusáttmála

Trý lond gera verjusáttmála
USA, Bretland og Avstralia stúra fyri, at Kina fær ov stórt vald
Scott Morrison, Joe Biden og Boris Johnson halda, at hóttan úr Kina er so stór, at teir hava gjørt av at gera ein verjusáttmála millum Avstralia, USA og Bretland.
 
16.09.2021 - 14:13

Fyri at megna at standa ímóti vaksandi ávirkan og hernaðarliga valdinum í indiska havinum, hava USA, Bretland og Avstralia skrivað undir nýggjan verjusáttmála, sum eitur Aukus.

Í fyrstu atløgu er talan um at útvega Avstralia kjarnorkukavbátar.

- Vit mugu vera før fyri at svara aftur strategiska umhvørvinum í økinum, tí framtíðin hjá okkum og heiminum yvirhøvur er treytað av, at økið er frælst og opið í fleiri áratíggju, segði amerikanski forsetin, Joe Biden.

Stúra fyri Kina

Londini stúra fyri vaksandi valdinum hjá Kina í økinum, har Kina m.a. sigur seg eiga nakrar umstríddar oyggjar í suðurkinesiska havinum.

Tey trý londini eru nú samd um at hava felags framkomna verjutøkni, fregnartænastuuppgávur og tættari samstarv um vísindi og nettrygd.

- Vit síggja týdningin at tryggja frið og støðufesti í økinum langt fram í tíðina, segði Joe Biden á tíðindafundi saman við Boris Johnson, forsætisráðharra í Bretlandi, og Scott Morrison, forsætisráðharra í Avstralia.

- Hetta snýr seg um, at vit øll hava framkomnar førleikar, sum vit hava brúk fyri fyri at svara aftur, og at verja okkum fyri hóttanum, sum broytast skjótt, segði Biden.

Fyrsta stigið í sáttmálanum er at útvega Avstralia kjarnorkukavbátar.

Avstralia hevur longu skrivað undir sáttmála um at keypa diesel-riknar kavbátar úr Fraklandi, men Scott Morrison segði á tíðindafundinum, at henda avtalan er ógildað.

Kavbátarnir verða smíðaðir í Adelaide í Avstralia í staðin.

- Kjarnorkukavbátarnir kunnu vera undir vatnskorpuni í longur enn dieselriknu kavbátarnir, og tað gevur nógv størri ræðandi ávirkan í økinum, segði Boris Johnson. 

Hann lovaði, at bretski flotin fer at vera meira til staðar í økinum. 

Nevndu ikki Kina

Teir tríggir ríkis- og stjórnarleiðararnir nevndu ikki Kina á tíðindafundinum, men málið við sáttmálanum er greitt. Og Kina skilir boðskapin.

- Hesi lond eiga ikki bara at menna verjupolitiskar samgongur til at skaða áhugamál hjá einum triðjaparti. Heldur áttu hesi londini at hildið seg burtur frá gera tað, sum gjørt varð undir kalda krígnum, og ideologisku fordómunum, segði talsmaðurin fyri kinesisku sendistovuna í Washington.

Biden lovaði eisini, at tvílandasáttmálar verða gjørdir við lond, sum hava langtíðarsamstarv við USA í økinum, Japan, Suðurkorea, Tailand og Filipsoyggjar.

Biden lovaði eisini størri trygdarsamstarv við India og Vjetnam. 

Londini hava øll politiskar ósemjur og ósemjur um landaøki við Kina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691